Hvat skal alt tað stóra, friðsæla økið í Hoydølum brúkas til, tá ið studentaskúlin er fluttur út í skúladepilin, Glasir, í Marknagili.
Tað er ein spurningur, fleiri og fleiri nú eru farin at seta sær, tí tað er longu um eitt gott ár, at skúlin flytir.
Og tað er eisini spurningurin, Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og borgarstjóri í Havn, hevur spurt Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum.
Hon ásannar, at hetta er eitt gylt høvi at skipa fyri eini hugskotskapping, um, hvat økið skal brúkast til. Hon heldur, at hetta skal vera ein hugskotskapping, har tað skal bera til hjá øllum at siga sína hugsan, bæði landsmyndugleikar, kommunur, borgarar, felagsskapir og vinnalívið.
Men Rigmor Dam heldur eisini, at hugskotskappingin skal taka støðið í frílendisætlanini, ið strekkir seg heilt av Ternuryggi, ígjøgnum ovaru- og mið Hoydalar, oman í niðaru Hoydalar og út á Boðanes Og úr Hoydølum er eitt hanagleiv yvir í vøkru Hoyvík og gomlu Hoyvík.
- Økið í Hoyvík og Hoydølum er einastandandi vakurt og friðsælt, og tað eigur at verða brúkt til okkurt slag av menningar- og trivnaðarøki fyri fólkið í Føroyum, sigur Rigmor Dam.
Hon staðfestir samstundis, at økið eigur at verða handfarið við við størsta skynsemi og harafturat eigur tað at vera vart fyri nógvari ferðslu.
Landsstýriskvinnan heldur, at tað, sum verður gjørt í Hoydølum, skal ikki vera fyribils loysnir, men varandi loysnir, sum verða til frama fyri land og fólk.
- Tað er avgerandi , at ein væl umhugsað og ítøkilig ætlan verður gjørd fyri framtíðar virksemi á staðnum, sigur hon.
- Og sjálvandi eiga atlit at verða tikin til, at økið og náttúran har um vegir, eru einastandandi og viðbrekin, at økið ber eina serstaka søgu. Men atlit mugu eisini takast til, at lendið er váttligt.
Hon leggur afturat, at tá ið avgerð varð tikin um, at Studentaskúlin skuldi flyta í Glasir, vóru tankar frammi um at savnsvirksemið hjá landinum skuldi fáa Hoydalar at húsast í. Tað er Tórshavnar býráð kunnað um, men tað er ikki meiri hent á tí økinum.
Onnur hugskot hava eisini verið havd á lofti, líka frá endurvenjingarstøð til sjúk og gomul, heilsu- og rørslumiðstøð, ellis- og røktarheim, háskúli, Fróðskaparsetur og 10. flokk.
Men nú heldur landsstýriskvinnan, at øll skulu fáa høvi at siga sína hugsan um spurningin.