Hví skulu vit bara fjálga um tey vælbjargaðu, ið hava ráð til at fáa sær hitapumpur og elbil. Tað er spurningurin, Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, reisir í dag.
Løgtingið viðger eitt uppskot frá samgonguni um at geva SEV loyvi til at geva fólki bíligari streym til hitapumpur og elbil, men Kristin Michelsen, sum eisini er formaður í Rættarnevndini hjá Løgtinginum, heldur, at uppskotið er til fyrimuns fyri tey, vælbjargaðu. Tí tekur hann heldur ikki undir við uppskotinum.
Tað er dýrt at fáa sær hitapumpu og elbil, og hví skulu vit bara fjálga um tey vælbjargaðu við lægri prísum, spyr hann. Hann er nevniliga sannførdur um, at tað verða hini, sum ikki hava ráð til hitapumpu og elbil, sum mugu gjalda gildið.
Hann sigur, at tað gongur sjón fyri søgn, nú SEV hevur samtykt at hækka prísin á nýggjárinum. Hann heldur, at vil SEV geva avsláttur, eiga øll at fáa avsláttur.
Annars heldur hann, at gongda leiðin fyri at fáa prísin á streymi niður, er at bróta einkarrættin hjá SEV til at selja streym, tí tá fáa vit kapping um at veita bíligan streym, og so verður streymurin eisini bíligari hjá teimum, sum hava elbil og hitapumpu.
Hann vísir á, at vit hava fleiri dømi um, at tá ið ein einkarrættur verður brotin, verður vøran bíligari og tænastan betri.
– Hetta síggja vit á telemarknaðinum, tí tá ið einkarrætturin hjá Føroya Tele varð brotin, lækkaður prísirnir heilt nógv, samstundis sum at tænastan batnaði. Tað sama hendi, tá ið Atlantsflog fekk kapping frá SAS, og Tryggingarfelagið Føroya fekk kapping frá Trygd.
Umboðini fyri Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, taka heldur ikki undir við uppskotinum. Tey halda, at vit eiga at fáa eina heildarætlan, við tí aðalmáli at menna grønu orkuna fyri at sleppa undan at brúka olju til at gera streym við. Tey halda, at verður hetta samtykt, verður tað neyðugt hjá SEV at brúka enn meiri olju at gera streym við.
Hinvegin taka umboðini fyri Tjóðveldi, Framsókn undir við uppskotinum, og tað sama ger Sonja Jógvansdóttir.