Tað er ikki á hvørjum degi, at tann iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, fær innbjóðing at koma til eitt ella annað tiltak, men nú hevur Abdullah kongur í Saudiarabia (myndin) sent honum eina innbjóðing um at koma á ein fund hjá muslimskum leiðarum miðskeiðis í hesum mánaðinum.
Tað skrivar saudiarabiska tíðindastovan SPA.
Viðurskiftini millum tað sunnimuslimska Saudiarabia og tað shiamuslimska Iran hava ikki verið tey bestu, og spenningurin millum londini er vaksin síðani tað arabiska várið. Eitt nú styðja londini hvør sín part í ósemjuni í Sýrialandi og Bahrein. Í Bahrein styðjaði Iran uppreisturin, meðan Saudiarabia sendi herfólk til landið at berja uppreisturin niður. Iran er hinvegin lagt undir at lata sýrisku stjórnini vápn, men tað hevur stýrið í Teheran avsannað.