Vil hava internet umborð á Smyril

Hergeir Nielsen, løgtingsmaður hevur nú spurt Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, hvørji stig hann hevur tikið fyri at útvega internetsamband umborð á Smyrli Hann sigur, at lyftið er givið um, at internetsamband skuldi útvegast teim ferðandi umborð á Smyrli, so at arbeiðast kundi, meðan siglt varð og ikki minst, tá ligið varð við kai.

- Smyril hevur nú longu fleiri ár á baki, og enn sæst einki til henda hentleika, sum er

vanligur aðrastaðni úti í heimi, har fólk brúka nógva tíð til at ferðast í, sigur Hergeir Nielsen.

Johan Dahl hevur nú nakrar dagar at svara í.