Tá grundlógaravhoyring verður av skuldsetta drápsmanninum, Anders Behring Breivik, í morgin, vil Breivik hava hurðarnar opnar.
Orsøkin verður mett at vera, at Breivik vil hava almenningin at vita, hvørjar hansara orsøkir eru til at hava myrt so nógv ungfólk, og hví hann valdi júst ungmannafelagið hjá Arbeiðaraflokkinum.
Norskir miðlar siga i dag, at ætlanin hjá Anders Behring Breivik alla tíðina var, at hann skuldi handtakast. Tað varð eisini orsøkin til, at hann gav seg yvir til løgregluna so skjótt, hon kom á staðið.
Sambært NRK skal Anders Behring Breivik hava sagt, at fólk hata hann i dag, men um eitt ættarlið ella fara tey at takka honum.
Eisini er komið fram, at Anders Behring Breivik hevði eina ætlan um at broyta heimin, og at atsóknir hansara bert vóru fyrsta stigið á leiðini.
Men um dómarin fer at góðtaka, at hurðarnar verða opnar við rættarfundin í morgin er kortini ein onnur søga. Hóast Breivik undir avhoyring hevur sagt, at hann hevur veirð einsamallur um atsóknirnar, er løgreglan ikki sannførd, og vil tí hava hetta váttað aðrastaðnis frá.
Roknað verður ikki við, at rættarfundurin í morgin verður drúgvur, sigur NRK.