Hvør er tað, sum politiskt ikki vil hava hjúnabandslógina aftur í tingið og hví?
Jógvan á Lakjuni sigur seg hava fingið innlit í viðurskifti viðvíkjandi samtyktu broytingarnar í hjúnabandslógina og hann heldur, at tørvur er á, at tingið aftur kann viðgerða málið.
- Í innliti, sum eg havi fingið í sambandi við hjúnabandslógina, sæst, at løgfrøðingar í Danmark hava fleiri viðmerkingar og eisini uppskot um broytingar til tað, sum Løgtingið samtykti í vár – og tað er greitt, at tað eru viðurskifti og avleiðingar av uppskotinum, sum ikki hava verið umrødd, tá ið málið varð samtykt í Løgtinginum, sigur Jógvan á Lakjuni.
Í fyrispurninginum, sum hann í morgin fer at seta løgmanni, sigur tingmaðurin, at danir mæla til at broyta uppskotið og tí er neyðugt at koma aftur í tingið við tí.
- Men úr Føroyum koma boð, at politiskt er ynski um ikki at leggja málið fyri Løgtingið aftur. Hetta er sera álvarsamt. Eftir mínum tykki er hetta størsta mál, sum nakrantíð hevur verið á tingi, har túsund ára vísdómur og praksis viðvíkjandi hjúnalagi verða sett til viks – og her fer man uttan um allar vanligar mannagongdir – og fær enntá umsitingina at spæla við. At Føroya løgmaður og landsstýrið skulu fara so lætt um demokratiskar mannagongdir millum Danmark og Føroyar, er ræðandi, sigur Jógvan á Lakjuni.
- Málið eigur sjálvandi, alt sum tað er, at koma aftur í tingið við teimum broytingum og viðmerkingum, sum danir mæla til at gera, heldur tingmaðurin.
Tað er í morgin, at fyrispurningar eru á skránni í tinginum, og løgmaður millum annað skal svara hesum frá Jógvani á Lakjuni.









