Landsstýriskvinnan við mentamálum við hava foreldrini at hjálpa til at bøta um støðuna við lesing og rokning í fólkaskúlanum Foreldrini skulu spæla ein meira virknan leiklut í fólkaskúlanum.
Tað mælir landsstýriskvinnan við mentamálum til, eftir at úrslitið av landsroyndunum var kunngjørt í farnu viku. Hon fer fyrst í komandi ári at kalla øll foreldraráðini saman at seta felags kós út í kortið.
- Vit mugu í uppaftur størri mun mugu fáa foreldrini at spæla ein virknan leiklut í arbeiði skúlans at skapa eitt trygt og livandi skúlaumhvørvi, arbeiðsfrið og trivnað, og til at fyribyrgja, at motivatiónin at læra minkar, eldri børnini vera. Til tess er neyðugt at fáa tey nývaldu skúlastýrini at virka væl, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna.
Hon ætlar sær fyrst í komandi ári at bjóða øllum teimum nývaldu skúlastýrunum til eina ráðstevnu, at lurta eftir teimum og at svara spurningum.
- Og har vit í felag seta eina kós út í kortið, ið er tann besta fyri okkara børn og okkara fólkaskúla, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon ætlar eisini at taka stig til, at byrjanarfrálæran í fólkaskúlanum verður styrkt.
Um tað er rætt, at fjórði hvør næmingur hevur ein grundleggjandi trupulleika at lesa og at rokna, so hava vit ikki stundir til at bíða, sigur landsstýriskvinnan.