Vil hava Helga Abrahamsen at seta arbeiðið í gongd alt fyri alt

– Soleiðis kann hann vísa í verki, at hann gongur á odda

Nú skal Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, seta gongd á arbeiðið at byggja nýggjan bygning til Sjóvinnustýrið.

Tað krevur partakvinna hansara í Sambandsflokkinum, Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommuna.

Hon vísir á, at í kjalarvørrinum á korona hava bæði Atlantsflog og Vága Floghavn, sagt ein hóp av fólki úr starvi.

Tí hevði tað klætt landsstýrismanninum í Vinnumálum ógvuliga væl, at hann, sum skjótast, setti gongd á byggingina av nýggja bygninginum til Sjóvinnustýrið í Vágum, heldur hon.

Soleiðis kunnu landsins ovastu myndugelikar vísa í verki, at teir vilja ganga fremst at halda samfelagshjólini koyrandi og syrgja fyri at vinnulívið hevur nokk av arbeiði til tøkar hendur.

– Hetta er jú tað sum allar kommunur í landinum hava fingið áheitan um – og tað gera vit eisini, sigur hon.

– Serliga er tað ferðavinnan, sum er hart rakt av korona-tiltøkunum, Landsstýri hevur sett í verk, og sum øllum kunnugt er ferðavinnan ein sera stór vinna í Vágum, har nógvir borgarar hjá kommununum arbeiða og hava sína dagligu gongd, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

– Hópuppsagnirnar hjá Atlantsflogi, og Vága floghavn, raka ikki bert einstaklingarnar sum eru uppsagdir, men eisini heilar familjur, tí nógvar familjur í Vágum hava tætt tilknýti til bæði Atlantsflog og Vága floghavn.

– Harvið raka hesar uppsagnir eisini kommunurnar í Vágum sera meint, sigur borgarstjórin. 

– Tí hevði tað, klætt landsstýrismanninum í Vinnumálum at sett gongd á nýggja bygningin til Sjóvvinnustýrið sum skjótast.

– Soleiðis kuni hann verið við til at økt um starvsmøguleikar fyri uppsøgdu fólkini, og harvið tryggja, at inntøkumissurin hjá familjum og kommununum verður so lítil sum gjørligt, sigur hon.