Vil hava óheftan tilfeingisstovn

Tað skal verða ein óheftur stovnur, sum skal luta út fiskidagar heldur enn Løgtingið, sigur Búskaparráðið í sínari várfrágreiðing.

Ein týðandi lykil til varandi búskaparvøkstur er at lata ein óheftan stovn regulera fiskiveiðina undir Føroyum. Burðardyggari fiskiveiða gevur fiskivinnuni støðugari inntøkugrundarlag og skapar vøkstur. Politiska reguleringin hevur seinastu 15 árini elvt til eitt alt ov stórt veiðitrýst, og heldur gongdin fram, fæst eingin varandi búskaparvøkstur.
Tað sigur Búskaparráðið millum annað í sínari frágreiðing.
Tekin eru um vøkstur í búskapinum, men skal framgongdin vera varandi – og tað er neyðugt – so mugu álvarsligu bygnaðarligu skeivleikarnir í fiskiveiðini rættast nú, sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum.
Búskaparráðið vísir á, at umsitingin av fiskiveiðuni, har politikarar tilluta fiskiloyvi og áseta fiskidagar, er búskaparliga óforsvarlig. Seinastu 15 árini hevur veiðitrýstið sambært kanningum í miðal verið umleið 50-70% hægri enn tað, ið hevði givið mest búskaparliga og lívfrøðiliga. Sæð undir einum hava fiskatilvirking og fiskiveiða eftir botnfiski undir Føroyum at kalla ikki havt avlop seinastu 10 árini.
- Politiska reguleringin má halda uppat og latast einum óheftum stovni, ið tekur atlit at burðardyggari veiðu. Fiskastovnarnir tola ikki, at politikarar regulera, og henda regulering forðar fyri varandi búskaparvøkstri, sigur Thomas Dam.

Tilfeingisgjald
Eitt annað, sum javnan verður havt á lofti, er spurningurin um tilfeingisgjald. Hetta mælir Búskaparráðið eisini til í sínari várfrágreiðing.
Búskaparráðið mælir til, at leikluturin hjá politiska myndugleikanum verður avmarkaður til millum annað at orða ein yvirskipaðan veiðisetning og at fáast við yvirskipaðar avbjóðingar hjá høvuðsvinnuni.
Heilt ítøkiliga mælir Búskaparráðið til, at tað verður ein óheft ikki politisk regulering av fiskiveiðini, at allur almennur stuðul til fiskivinnuna verður strikaður, at álagt verður vinnuni eitt tilfeingisgjald, at strika ásetingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, ið forða fyri kapping og fríari tillaging í fiskivinnuni, at selja fiskiloyvi á uppboði og at selja á uppboði nýggj rættindi.
Serliga mælir Búskaparráðið til at veiðiloyvi til makrel verður selt á uppboði, og um tað er ov seint til tað, so at áleggja eitt tilfeingisgjald.
Verða tillagingar og broytingar gjørdar, soleiðis at fiskiveiðan verður burðardygg, fæst ein meira lønandi vinna eftir fáum árum. Við betri lønsemi í fiskivinnuna ber eisini til at fáa hægri búskaparvøkstur sum heild næstu árini. Skulu avbjóðingarnar við stórum bygnaðarligum halli á fíggjarlógini verða loystar, er alneyðugt við búskaparvøkstri næstu árini. Fiskivinnan er helst týdningarmiklasti lykilin.

Ikki burðardygt
Heimliga fiskivinnan og fiskavirkisvinnan hava havt sera trupult at fáa lønsemi í raksturin í fleiri ár. Feskfiskiveiða, t.e. fiskiveiða eftir botnfiski undir Føroyum, hevur at kalla ikki givið avlop síðani 2002, og undir einum, hevur fiskatilvirking ikki givið avlop síðani 2001.
Meginparturin av fiskiskapinum undir Føroyum er í veruleikanum frítt fiskarí (verður sæð burtur frá stongdum leiðum), og er tí ikki burðardyggur. Hetta sæst greidliga av, at hóast fiskidagarnir í fiskidagaskipanini eru skerdir umleið 35%, síðani skipanin byrjaði, er stórur partur av døgunum óbrúktur ár um ár, samstundis sum veiðitrýstið síðstu árini hevur verið alt ov høgt – serliga eftir toski og hýsu. Tí er tørvur á at broyta fiskivinnuskipanina, m.a. við tí endamáli at stýra fiskiveiðuni burðardygt.
Fyri at stýra fiskiveiðuni burðardygt, er neyðugt við grundleggjandi broytingum. Fleiri teirra ber til at seta í verk beinanvegin, sigur Búskaparráðið í frágreiðing síni.