Sámal Petur í Grund, sum hevur havt sæti á tingi nakrar dagar fyri Kristin Michelsen úr Sjálvstýri hevur sett Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni, nakrar spurningar um óljóð frá skipum. Spurningarnir eru soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørji atlit vórðu tikin, tá landsstýrismaðurin samdist við Kommunufelagið um eina standardreglugerð um óljóð frá skipum?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um heilsumyndugleikarnir vórðu spurdir til ráðs, áðrenn markvirðini fyri óljóð vórðu ásett í standardreglugerðini?
3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørji markvirði eru galdandi, fyri at føroysk virkir kunnu fáa umhvørvisgóðkenning?
Í viðmerkingum til grein 52 spurningarnar vísir Sámal Petur í Grund á, at undanfarni landsstýrismaðurin við umhvørvismálum, Helgi Abrahamsen, ætlaði tann 1. juli 2021 at seta kungerð í gildi, sum skuldi minka um ampa og skaðilig árin av óljóð frá skipum við bryggju.
– Hesum settu kommunurnar seg upp í móti, tí tær vildu sjálvar loysa trupulleikan. Hetta varð gjørt við felagskommunalari standardreglugerð, sum táverandi landsstýrismaður tók undir við, og sum varð sett í verk 1. januar 2022.
Hann vísir á, at í reglugerðini eru ásett markvirði, sum liggja oman fyri tað, sum føroysk virkir skulu halda seg til fyri at fáa umhvørvisgóðkenning. Eisini liggja markvirðini omanfyri tað, sum WHO mælir til.
– Einki eftirlit ella revsiátak er við í kommunalu reglugerðini. Hetta hevur við sær, at umhvørvismyndugleikin er passivur. Borgarar hava sostatt ongan eftirlits- ella umhvørvismyndugleika at venda
sær til í hesum málinum, sigur løgtingsmaðurin.
Sámal Petur í Grund vísir eisini á, at í sendingini Breddanum í Kringvarpinum 6. apríl 2022 kom fram, at fólk plágast illa av larmi.
– Tað verður sagt, at tað er vorðið verri, síðani reglugerðin kom, tí reglugerðin verður brúkt sum undanførsla. Somuleiðis verður sagt frá fólki, sum mugu rýma úr egnum heimi, tí tey fáa ikki sovið fyri larmi, og fólk boða frá likamligum og sálarligum fylgjum, sum tey hava av áhaldandi ganginum. Sama dag var sálarfrøðingur í aðrari sending og vísti á sálarligar avbjóðingar, sum í størstan mun stóðust av, at vit sova ov lítið, sigur Sámal Petur í Grund.
Hann heldur fram, at gransking vísir, at larmur er ógvuliga skaðiligur og kann føra til likamliga og sálarliga strongd.
– Larmur kann føra til minkandi avrik, órógv á evnini at samskifta og hugsavna seg, umframt vanda fyri arbeiðsvanlukkum. Harafturat vísir nýggj gransking, at áhaldandi ljóðávirkan á bústaðir, økir vandan fyri Alzheimers og demens markant, sigur Sámal Petur í Grund.