Vil hava greið boð um brúkaragjøld í Føroyum

Ætlar samgongan at seta brúkaragjøld í gildi í Føroyum, og skulu almennar tænastur einskiljast?

 

Fara vit nú at fáa brúkaragjøld í Føroyum, og skulu almennar tænastur einskiljast?

 

Tað vil Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin nú hava greitt at vita. og tí biðjur hann nú Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, vátta, at samgongan ikki ætlar at seta brúkaragjøld í gildi.

 

Jenis av Rana vísir annars til samgonguskjalið, har tað stendur, at  ”tað privata  skal innan ávís øki kunna bjóða seg fram at loysa nakrar tænastur hjá tí almenna í tann mun, tað er bíligari og betri”

 

Tað stendur eisini í samgonugskjalinum, at  ”skattagrundarlagið verður breiðkað, so trýstið á lønarinntøkuna minkar”.

 

Jenis av Rana vísir á, at tann eini flokkurin í samgonguni, Framsókn, er høgravendur, og at høgravendir flokkar royna aftur og aftur ”við álopum á samhaldsføstu skipanina”, sum hann málber seg.  

 

Fyrst og fremst hava brúkaragjøld fyri heilsutænastur verið royndar, eins og reingerð, og annað, á almennum stovnum, hevur verið einskilt.

 

- Kanningar eftir kanningar vísa tó, at tað, sum við byrjan varð hálovað sum sjálvsøgd nýskapan og sparing, skjótt gjørdist ein boomerangur, sum rakti sendaran, tað almenna, og tey sum tænasturnar brúka, meint, sigur Jenis av Rana.

 

Men tað undrar hann ikki, tí fremsta endamálið við einskiljingum, er at vinna pengar.

 

Tað undrar Jenis av Rana, at áðurnevndu orðingar eru í samgonguskjalinum men nú vil hann vara bara landsstýriskvinnuna at tryggja, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ikki eru farnir av kós, og at ætlanirnar um privatisering og brúkaragjøld ikki skulu takast í álvara, sum hann málber seg.