Vil hava greiðu á stavseting í nýggjum atlasi

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum skrivligan fyrispurning um stavsetingina í nýggja atlasinum, sum Nám fer at geva út í næstum

– Nær verður nýggja atlasið, sum hevur verið ávegis seinastu tvey árini, givið út?
– Eftir hvørjum málsligum reglum verður stavsetingin í atlasinum skipað?
– Kann landsstýrismaðurin tryggja, at alment goldna atlasið fer at verða kjølfest í stavseting, sum er í samsvari við fakligu landfrøði-vísindina og fólksligu hugsanina?
– Kann landsstýrismaðurin tryggja, at vanliga latínska alfabetið verður løggilt, soleiðis sum Mentanarnevndin, Løgtingið og Málnevndin í farna valskeiði mæltu til?
Hesa fýra spurningarnar vil Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, hava mentamálaráðharran at greiða fyri løgtinginum.
Í viðmerkingum til fyrispurningin vísir Bjarni Djurholm á, at eitt føroyskt Atlas er í gerð.
– Seinasta atlasið hevði við sær stórt split, tí landanøvn vórðu stavað á ein spildurnýggjan og mangan løgnan hátt, sum onga hevd hevði í føroyskum. Skúlabókagrunnurin gekk undan í politikkinum. Atlasið, sum skuldi vera gluggin út í heim hjá leikum og lærdum, gjørdist á mangan hátt ein trongi fyri vitan og lærdóm, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur víðari, at í reinskanini vóru staðarnøvn broytt, og onnur mistu sín upprunatýdning. Sicilia æt nú Sikiloy, Scillyoyggjarnar - Sillingaroyggjar, Chile - Kili, New Zealand - Nýsæland, Zaire – Sair, Zimbabwe - Simbabvi, Cape Town - Høvdastaður, Cape Verde - Grønhøvdaoyggjar. Ja, dømini vóru ótald. Somuleiðis gjørdist Danmark til Danmørk, Hebridurnar - Suðuroyggjar, Bornholm - Burgundarhólmur, Sjælland - Sæland, Thailand - Teiland o.s.fr.
– Aðrar málsligar grundreglur vóru eisini broyttar. Hálvoyggj bleiv til nes, hóast heitini í landafrøðiligu terminilogiini umboða hvør sítt. Vit hava Eystnes, Tinganes, Kjalnes, Lindesnes o.s.fr.. Men so fingu vit nýyrðini Kolanesið (á stødd við Ísland?!), Koreanesið (útvið ¼ mió. km2 til víddar) fyri ikki at gloyma Arabiska hálvoyggin, nú kallað Arábianesið (3 mió. km2), sigur Bjarni Djurholm.
Tingmaðurin vísir eisini á, at harafturat er a skift út við á, o við ó, y við ý og u við v. So nú eitur tað Ásia, Arábia, Róm, Kýpros, Jerúsalem, Makedónia, Avstralia o.s.fr.?
– Spurningurin um hesi skifti hava nakað við íslendska stavseting at gera, tí Vestmannaoyggjarnar verða stavaðar Vestmannaeyar í atlasinum? Og miðlarnir eru farnir uppaftur longri. Har verður nú vanliga sagt, at okkurt er áfatt í Spaniu, Albaniu, Australiu o.s.fr. Tað eitur Spania, Albania, Australia. Hvør er tann logiska frágreiðingin?
Bjarni Djurholm sigur, at øll hesi konstrueraði nýyrði, frá gerandishugtøkum til staðarnøvn, har upprunin tykist at vera at sleppa av við partar av latínska alfabetinum, tarna smidligari innlæring, eru ein fótongul í leitingini á alnetinum og forðan fyri optimalari fatan av tíðindum, sum áhaldandi floyma úr alheiminum umvegis elektronisku miðlarnar.
– Ein grundregla hjá teimum, sum gjørdu atlasið, var, at ávísir latínskir bókstavir, sum nýttir verða í øllum tí indoeuropeiska heiminum, skuldu útihýsast, tá landanøvn verða skrivað á føroyskum. Kortini kom ongantíð nøkur frágreiðing uppá, hví henda regla skuldi vera galdandi. – Heldur ikki hví hon ikki var konsekvent. Mong býarnøvn blivu t.d. stavað sum vanligt. Tað er heldur ongantíð komin nøkur málvísindalig frágreiðing uppá, hví ávísir bókstavir ikki kundu nýtast til landanøvn. Tað einasta, fólk hava fingið at vita, er, at C, X, W, Q og Z, sambært ávísum persónum, sum hava vald á hesum øki, av onkrari orsøk eru »óføroyskir« ella »útlendskir« bókstavir, sigur Bjarni Djurholm, sum sigur, at hvat henda løgna hugsan byggir á, er ongantíð komið fram.
Hann vísir á, at tilgongdin við stavraðnum, har C, X, W, Q og Z eru lúkaðir burtur, hevur eisini sett fleiri lærugreinar í eina andsøgn. T.d. er burturav mest brúkti bókstavurin í støddfrøðini, stavurin X, burturbeindur. Sama er galdandi fyri hinar stavirnar, sum eru stuðlar undir ótaldum formlum í eitt nú alis- og evnafrøðini.
– Í gerandismálinum finna vit C í c-vitaminum, calcium, lista C, c-dur, cif, .com, Celsius, á talvborðinum t.d. C4, cm, cl, cacao og í ótal av øðrum orðum. Einki at siga til, at børn eru ørkymlað, tá tey í føðingardøgum nú drekka kaka, og kaka verður serverað afturvið, heldur løgtingsmaðurin.
Hann sigur víðari, at W eisini er allastaðni - t.d. wc, www., watt, WHO, WTO, Wien, wisky, Windows o.s.fr.
– Eisini eru aldargomul fólkanøvn trokað út í myrkrið. Nøvn sum Christina, Victor, William, Zakarias o.o. hava livað í eini oyðimarkargongd farnu tvey áratíggini. Somuleiðis kunnu eftirnøvnini Breckmann, Carlsen, Christiansen, Clementsen, Jacobsen, Michelsen, Niclasen, Wang, Wardum, Weihe, Wilhelmsen, Winther, Zachariassen, Ziska og mong onnur kenna seg uttan fyri góða alfabetiska selskapið.
Hann vísir á, at løgtingið viðgjørdi í 2009 spurningin um alfabetið – júst við støði í tí ruðulleika, sum tað skerda alfabetið hevur við sær. Ikki bara innan landanøvn, men eisini á øðrum økjum.
– Undir orðaskiftunum a tingi gjørdist greitt, at stórur meiriluti var fyri, at okkara alfabet skal hýsa teimum bókstavum, sum tørvur er á – altso eisini teimum útihýstu. Eisini var tikið fram, at
- skerda alfabetið diskriminerar fólk við gomlum føroyskum nøvnum sum t.d. Zachariassen, Ziska og Christiansen,
- tað er høpisleyst at útihýsa bókstavum, sum verða nýttir dag og dagliga í skúlanum, innan mong fak og annars í vanligari dagligari málnýtslu
- at eingin er farin at siga AÁBD í staðin fyri ABC, sum jú hevur sama týdning sum 1,2,3 í øllum indoeuropeiska heiminum - eisini í Føroyum

Mentanarnevndin gav eisini greitt til kennar hesa somu hugsan, og hevði í sínum áliti eitt tilmæli til komandi Málráðið um at gera greitt, at vanliga latínska alfabeti í fullum líki skal vera galdandi í Føroyum. Spurningurin var síðani tikin upp í Málnevndini, sum einmælt mælti til tað sama.
Ein Gallup kanning var eisini gjørd, sum vísti, at ein greiður meiriluti av fólkinum vil hava, at okkara almenna alfabet skal vera eitt fult alfabet – og ikki eitt amputerað alfabet.
– Nú verður eitt nýtt, stórt heimsatlas gjørt. Tað kann ikki góðtakast, um nýggja atlasið kemur við somu løgnu stavsetingum. Tað hevði tí komið væl við, um landsstýrismaðurin í mentamálum kundi tryggja, at stavsetingin verður normaliserað, so endi kann fáast á ruðulleikanum, sum fyrra atlasið hevði við sær.
– Hetta er eitt alment verk, rindað fyri almennar pengar, og tí ber ikki til, at eitt avmarkandi málsligt hugskot, sum hvørki hevur stuðul í málvísindini, politiska myndugleikanum ella fólksligari hugsan, skal stýra nøkrum so týdningarmiklum sum, hvussu londini verða stavsett, sigur Bjarni Djurholm.