Vil hava greiði á Tobba-málinum

Jacob Vestergaard hevur sett løgmanni skrivligan fyrispurning viðvíkjandi Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, í samband við søluna av partabrøvunum í Atlantic Petroleum frá Kongshavnar Útgerðarfelag til Tórbjørn Jacobsen sjálvan

Løgmaður skal nú aftur svara fyrispurningi viðvíkjandi Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni. Tað er Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, sum hevur sett løgmanni drúgvan fyrispurning um viðurskiftini hjá landsstýrismanninum, bæði viðvíkjandi nógv umrøddu partabrævasøluni og teirri sannroynd, at felagið hjá Tórbjørn Jacobsen, Kongshavnar Útgerðarfelag, skyldan landskassanum fleiri enn 41 milliónir krónur.

Jacob Vestergaard spyr løgmann fylgjandi sjey ítøkiligar spurningar:

 

1.

Metir løgmaður, at landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum, Tórbjørn

Jacobsen, hevur hildið ásetingarnar í § 1, stk. 2 í

Kapitalvinningsskattalógini og § 37a, nr. 2 í Skattalógini, tá hann sum

stjóri og partaeigari í familjufyritøkuni P/F Kongshavnar Útgerðarfelag,

seldi partabrøv í P/F Atlanskolvetni úr P/F Kongshavnar Útgerðarfelag til

sín sjálvan.

 

2.

Metir løgmaður at tað er sannlíkt, at Tórbjørn Jacobsen ikki kendi til

prospektið viðvíkjandi P/F Atlanskolvetni, sum varð undirskrivað 7. oktober

2004, tá hann 4. november 2004 seldi sær sjálvum partabrøvini í P/F

Atlanskolvetni fyri áljóðandi.

 

3.

Hevur løgmaður kannað, um partabrøvini í P/F Atlanskolvetni eru goldin P/F

Kongshavnar Útgerðarfelag við reiðum peningi ella á annan hátt og um ikki,

ætlar løgmaður so ikki at kanna, hvussu goldið var fyri partabrøvini.

 

4.

Metir løgmaður at Jógvan Amonsson er gegnigur at verða partur av

kanningarbólkinum hjá løgmanni, tá sami Jógvan Amonsson hevði ein týðandi

leiklut sum ríkisgóðkendur grannskoðari, tá prospektið viðvíkjandi P/F

Atlanskolvetni var undirskrivað.

 

5.

Metir løgmaður at Tórbjørn Jacobsen er gegnigur at umsita fiski- og

tilfeingismál, tá P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, sum Tórbjørn Jacobsen er

parteigari í, eigur týðandi ognir í P/F Dagsbrún, sum er ein av

høvuðsaktørunum í tilfeingisvinnuni, umframt at hann privat eigur partabrøv í

P/F Atlanskolvetni.

 

6.

Metir løgmaður ongan gegnistrupulleika verða í, at landsstýrið, sum Tórbjørn

Jacobsen er partur av, viðger umsókn frá P/F Kongshavnar Útgerðarfelag um at

sleppa undan at gjalda landskassaskuld á góðar 41 milliónir krónur.

 

7.

Metir løgmaður at tað er rætt, bæði fyri rættarkensluna hjá føroyingum og

álitið á politisku skipanina, at Tórbjørn Jacobsen, hvørs privata felag, P/F

Kongshavnar Útgerðarfelag, sum hann hevur myndað, skyldar landskassanum

fleiri enn 41 milliónir krónur, kann sita sum ráðharri í landsins stjórn.

 

Bílagt úrslit

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Jacob Vestergaard soleiðis:

»Síðan landsstýrið var skipað, hava ymisk tíðindi verið at hoyra um

landsstýrismannin í fiski- og tilfongismálum, Tórbjørn Jacobsen, og

viðurskiftini kring P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, sum hann er parteigari í.

Hetta førdi til, at løgmaður, eftir fyrispurning í Løgtinginum, fekk gjørt

upprit um »gjøgnumgongd av málinum viðvíkjandi Tórbjørn Jacobsen,

landsstýrismanni í sambandi við Kongshavnar Útgerðarfelag«.

Uppritið, sum er undirskrivað av Marjun Hanusardóttir, Petur Albert

Lamhauge, Jógvan Amonsson og Eyðfinni Jacobsen, er eftir øllum at døma gjørt

við tí fyri eyga, at reinsa landsstýrismannin, Tórbjørn Jacobsen, tí

niðurstøðan í uppritinum livur ikki upp til endamálsorðingina.

Løgmaður og omanfyri nevndu persónar, hava ikki umrøtt týðandi umstøður, sum

eiga at verða tiknar við, tá finnast skal út av “um tað eru sannlíkindi

fyri, at Tórbjørn Jacobsen tilvitað hevur selt sær sjálvum partabrøv í P/F

Atlanskolvetni til undirprís”.

Tað kann staðfestast, at uppritið ikki viðger tað sum á fakmáli verður nevnt

“krógvað vinningsbýti “, sum er brot á Kapitalvinningsskattalógina og

Skattalógina.

§ 1, stk. 2 í Kapitalvinningsskattalógini ásetir, at alt sum eitt felag

útlutar partabrævaeigara, verður roknað sum vinningsbýti, tó eru

frípartabrøv undantikin.

Hetta skal tryggja, at alt sum verður útlutað eigarum, fyrst verður skattað

við 18% í partafelagnum, við partafelags- ella kapitalvinningsskatti, og

síðan skal útlutingin skattast við 35% í vinningsbýtisskatti. Um ognir verða

seldar partaeigara ella nærstandandi til undirprís, er talan um krógvað

vinningsbýti, sum átti at verði skattað eftir nevndu lógargrein.

 

Átti at verið mett

§ 37a, nr. 2 í Skattalógini ásetur “at skattskyldug (Tórbjørn Jacobsen

v.fl.), sum hava tamarhald á løgfrøðiligum persónum (P/F Kongshavnar

Útgerðarfelag), skulu í samband við uppgerð av skattskyldigu inntøkuni, nýta

teir prísir og tær treytir í handilsligu ella búskaparligu viðurskiftum

sínum við áðurnevndu likamligu og løgfrøðiligu persónar, sum høvdu verið

nýttir, um talan var um viðurskiftir millum óheftar persónar, (armslongd

prinsippið).

Tá talan er um at selja eina ogn hjá einum partafelag til ein partaeigara,

er einasti máti at tryggja at § 1, stk. 2 í Kapitalvinningsskattalógini og §

37a, nr. 2 í Skattalógini eru hildnar, at ein meting av handilsvirðinum

verður gjørd av óheftum metingarfólki við kunnleika til handil við ávísu

ognini, í hesum føri partabrøvunum í P/F Atlanskolvetni.

Hetta er ein grundregla í skattaviðurskiftum, tí ein noyðist at finna út av,

hvat handilsvirði hevði verið millum óheftar partar.

Tá Tórbjørn Jacobsen, sum stjóri og partaeigari í familjufyritøkuni P/F

Kongshavnar Útgerðarfelag valdi at selja partabrøvini í P/F Atlanskolvetni

til sín sjálvan úr P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, var, eftir tí sum er komið

fram, ongin óheft meting útvegað, og er hetta beinleiðis í stríð við

ásetingarnar omanfyri.

Eftir stendur, at Tórbjørn Jacobsen, sum stjóri og partaeigari í P/F

Kongshavnar Útgerðarfelag, hevði skyldu til at útvega eina óhefta meting av

handilsvirðinum áðrenn handilin fór fram. At Eik ikki vildi lána felagnum

meira pening við panti í partabrøvunum í P/F Atlanskolvetni, sum onkur vil

vera við, er heldur ikki ein virðismeting av partabrøvunum.

 

Øll tóku ikki feil

At Marjun Hanusardóttir, Petur Alberg Lamhauge, Jógvan Amonsson og Eyðfinnur

Jacobsen, ikki hava umrøtt hesi viðurskiftini í uppritinum er óskiljandi og

sera órógvandi fyri rættartrygdina.

Øll umboða tey týðandi funktiónir í samfelagnum, sum borgarin má og skal

hava álit á. Marjun Hanusardóttir, sum hægsta embætisfólk í fyrisitingini,

Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, sum hevur TAKS undir

sær, Jógvan Amonsson, ríkisgóðkendur grannskoðari, og Eyðfinnur Jacobsen,

advokatur. Alt funktiónir, sum føroyingar skulu hava fult álit á.

Hevði tað ikki verið rættari og borga fyri størri trúvirði at lati

kanningina upp í hendurnar á serkønum fólki, sum eru óheft av

embætisverkinum, landsstýrinum og politisku skipanini?

Í uppritinum hjá løgmanni verður sagt, at prospektið viðvíkjandi P/F

Atlanskolvetni ikki var alment kent fyrrenn 16. desember 2004, og at

Tórbjørn Jacobsen tí ikki kendi til ásetta kursin, tá hann 4. november 2004

seldi partabrøvini í P/F Atlanskolvetni úr P/F Kongshavnar Útgerðarfelag.

Veruleikin er jú tann, at prospektið var kent tann 7. oktober 2004, tá tað

var undirskrivað av pørtunum, P/F Grannskoðaravirkinum INPACT v/Jógvan

Amonsson og Arndis Poulsen, P/F Atlantiv Petroleum (Atlanskolvetni)

v/Wilhelm E Petersen og Kjartan Hoydal og P/F Kaupthing

Virðisbrævameklarafelag v/Petur Holm og Evy Jacobsen.

Omanfyri nevndu persónar hava ikki allir tikið feil av dagfestingini.

Dagfestingin skal vera tann dagin tá skjalið er undirskrivað.

7. oktober 2004 eigur P/F Kongshavnar Útgerðarfelag partabrøvini í P/F

Atlanskolvetni, og kann tí illgruni verða um, at Tórbjørn Jacobsen hevur

kent til ásetta kursin og framtíðar útlitini, tá hann tann 4. november 2004

seldi partabrøvini í P/F Atlanskolvetni til sín sjálvan.

 

Hvussu er rindað

Ein annar spurningur, sum hevur tikið seg upp, er hvussu Tórbjørn Jacobsen,

tá hann keypti partabrøvini í P/F Atlanskolvetni úr kreppurakta felagnum P/F

Kongshavnar Útgerðarfelag, rindaði fyri partabrøvini.

Tað framgongur ikki greitt hvussu flytingin millum P/F Kongshavnar

Útgerðarfelag og privatpersónin Tórbjørn Jacobsen er farin fram, bert at

partabrøvini eru seld fyri áljóðandi.

Hetta eru viðurskiftir sum eru løtt at kanna, og er tað sera umráðandi at

hetta verður gjørt, so ongin illgruni er um, at aðrir kravánarar hava verið

betur stillaðir enn landskassin.

Spurningurin um gegni hevur eisini verið frammið, bæði viðvíkjandi teimum

sum hava kannað málið fyri løgmann; viðvíkjandi Tórbjørn Jacobsen,

landsstýrismanni, og viðvíkjandi øllum landsstýrinum, sum Tórbjørn Jacobsen

er partur av.

 

Gegnisspurningurin

Fyrisitingarlógin ásetur, at persónar, sum hava ávíst tilknýti til eitt mál,

eru ógegnigir til at viðgera málið. Tí undrar tað ikki sørt, at løgmaður

hevur valt Jógvan Amonsson sum ein teirra, sum kannaði viðurskiftini kring

Tórbjørn Jacobsen, tá sami Jógvan Amonsson, sum ríkisgóðkendur grannskoðari,

er grannskoðari hjá P/F Atlantskolvetni og hevði ein týðandi leiklut í

framløguni av prospektinum fyri P/F Atlanskolvetni, har Tórbjørn Jacobsen,

fyrst sum stjóri og parteigari í P/F Kongshavnar Ùtgerðarfelag, var

partaeigari, og síðan privatpersóninum Tórbjørn Jacobsen.

Tá Tórbjørn Jacobsen í eini roynd at flyta áhugan frá málinum,

almannakunngjørdi sínar privatu ognir, kom fram, at P/F Kongshavnar

Útgerðarfelag, eigur týðandi ognir í P/F Dagsbrún, sum er ein av

høvuðsaktørunum í føroysku tilfongisvinnuni.

Tí kann spurnartekin setast við um Tórbjørn Jacobsen er gegnigur at sita sum

landsstýrismaður við fiski- og tilfongismálum. Eisini tí hann eigur

partabrøv í P/F Atlanskolvetni.

Tað er sera umráðandi at privat áhugamál og politikkur verða hildin hvørt

frá øðrum. Bara tað at spurnartekin kann setast við slík viðurskiftir, kann

verða við til at máa álitið undan teirri politisku skipanini.

Í grannalondunum hava vit sæð, at ráðharrar, sum hava havt privat áhugamál

innan greinar, sum koma undir teirra málsøkið, hava verið noyddir at sleppa

sær av við privatu partabrøvini.

Tað var ikki av ongum, at starvsfólkini í táverandi Oljumálaráðnum vóru

biðin um ikki at keypa partabrøv í P/F Atlanskolvetni, tí tá kundi

spurnartekin setast við gegnið hjá Oljumálaráðnum.

 

Álit á politisku skipanina

Tað kann eisini setast spurnartekin við, um landsstýrið, sum Tórbjørn

Jacobsen er partur av, hevur gegni til at viðgera umsóknina frá P/F

Kongshavnar Útgerðarfelag, um at sleppa at flyta landskassaskuldina á góðar

41 milliónir krónur yvir á annað skip.

Vit hava jú sæð, sum greitt er frá frammanfyri, hvussu tvey av landsins

hægstu embætisfólkum, saman við løgmanni, hava mett um partabrævahandilin

millum Tórbjørn Jacobsen og P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, uttan at viðgera

týðandi viðurskiftir hesum viðvíkjandi.

Hóast tað er trupult at ímynda sær, at ein slík umsókn kann verða gingin á

møti og at tað er at undrast yvir, at hon er send landsstýrinum, skal hon

hava eina sakliga viðgerð.

Ein sera prinsipiellur spurningur er skuldin hjá P/F Kongshavnar

Útgerðarfelag á 41.435.000,62 kr. til landskassan.

At løgmaður í umrødda uppriti tilonkisger skuldina, sum stavar frá

stuðulsláni í fiskifarinum Napoleon, givið við heimild í løgtingslóg, er

átaluvert.

Her er talan um pengar hjá landskassanum, skattaborgarans pengar, sum Føroya

Løgting, hevur sæð sera álvarsamt uppá, tá ymisk viðurskiftir viðvíkjandi

stuðulslánunum hava verið til viðgerðar

Vit hava áður sæð, at persónar, sum eru útnevndir ella valdir til

landsstýrismann, hava verið noyddir at greiða alla skuld til landskassan,

áðrenn teir hava tikið við starvinum.

Hetta er eisini siðvenjan í londunum kring okkum, lond sum vit fegin vilja

samanbera okkum við. Har hevði tað als ikki komið uppá tal, at ein persónur,

hvørs privata felag skyldaði tí almenna 41.435.000,62 kr. var útnevndur til

ráðharra í landsins stjórn.

Henda siðvenjan er grunda á, at borgarin skal hava álit á teirri politisku

skipanini og skal føla seg tryggan við tær avgerðir, sum verða tiknar av

landsins stjórn.

Hetta er onki minni enn grundarlagið undir rættarsamfelagnum.

Tí má løgmaður, sum hevur evstu ábyrgd, greiða løgtinginum og Føroya fólki

frá, hví hann setur hesa sera týðandi siðvenju til viks, nakað sum ikki

hevði komið fyri í okkara grannalondum, og framhaldandi letur Tórbjørn

Jacobsen sita sum ráðharra í landsins stjórn.