Í morgin fer Løgtingið enn einaferð at umrøða makrelin.
Tað hendir, tá ið Høgni Hoydal ,tingmaður fyri Tjóðveldi, á tingdundinum í morgin fer at spyrja løgmann, hvussu hann ætlar, at kvotan av makreli og sild, skal fyrisitast í ár.
Í hesum sambandi spyr hann um ætlanin er at legga lóg fyri Løgtingið við greiðum, gjøgnumskygdum og rættartryggum reglum, sum Høgni Hoydal málber seg.
Hann vil eisini hava at vita um ætlanin er at seta politiskan makrelbólk og sildabólk við tinglimum og landsstýrisfólkum í samgonguni, sum skal býta kvoturnar út til skip og bólkar eftir politiskum semjum og politiskari telving, ella um landstýrismaðurin skal býta kvotur út eftir sínum egnu metingum, uttan at hava nakra ávísa lóg, ella ávísar reglar, at halda seg til.
Høgni Hoydal vísir á, hóast vit nú eru á veg inn í mars mánað, er hetta er fjórða árið á rað, at ongin í vinnuni, samfelagnum ella í landsins lóggevandi tingi, vita, hvussu ætlanin er at fyrisita dýrasta og virðismesta tilfeingið í føroyskari fiskivinnu.
Løgmaður skal svara hesum spurningunum í morgin.