Sambært Sharon leggur stjórn hansara so stóran dent á at fáa fleiri jødar til Ísraels, at hetta er vorðið ein av teimum fremstu málsetningunum hjá stjórnini.
- Fyrsta mál okkara er at fáa eina millión jødar at flyta higar, og vit rokna við, at tað fer at taka tólv ella trettan ár at røkka hesum máli, sigur ísraelski forsætisráðharrin.
Ætlanin hjá Sharon er, at nýggju landsmenn hansara skulu koma úr Fraklandi, Angentina og úr Suðurafrika.
Í summar mælti Sharon ísraelskum búreisingum til at seta seg niður í Golan-herunum, so landið kann sleppa undan at lata Sýrialandi herurnar aftur. ST hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at jødisku búsetingarnar í teimum hersettu økjunum stríða ímóti altjóða fólkarættinum.










