Skal lønin hækka ov nógv, er ikki vist, at vit klára at halda tað tænastustigið, vit hava í dag.
Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum við heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum
– Og so er meira tapt enn vunnið, leggur hon afturat.
Sostatt heitir hon á Starvsmananfelagið, onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, um at tálma krøvini um lønarhækkingar, tá ið samráðingar vera aftur nú eftir summarfrítíðina.
Tá búskaparliga støðan er sum hon er beint nú, mugu vit sjálvandi rokna við, at fakfeløgini koma við herdum krøvum, men eg fari at mæla teimum til at hugsa um framtíðina hjá samfelagnum áðrenn tey biðja um stóra lønarhækkan, sigur Kristina Háfoss.
Spurningurin, vit altíð mugu seta okkum, er, um samfelagið hevur ráð til eina ógvusliga lønarhækking, staðfestir landsstýriskvinnan fyri Starvsmannafelagnum
Hon spyr um tað ikki hevur størri týdning, at varðveita vælferðarsamfelag, men skal lønin hækka ov nógv, er ikki vist, at vit klára at halda tað tænastustigið, vit hava í dag, og so er meira tapt enn vunnið, heldur hon
Hon vísir á, at seinastu nógvu árini hava myndugleikarnir roynt at tálma lønarútreiðslunum, men tað taka fakfeløgini sum eitt dømi um, at ikki øll fáa ágóðan av búskaparligu framgongdini
Men Kristina Háfoss heldur ikki, at tey alment settu hava verið við sviðusoð.
– Landsstýrið hevur lagt hægri gjøld á alivinnuna og uppsjóvarvinnuna fyri at tryggja, at øll fáa part í framgongdini, og tað hava tey fingið við einum skattalætta, samstundis sum at barnafrádrátturin er hækkaður og at vit eisini hava eisini eitt serligt ískoyti til barnafamiljur, sigur Kristina Háfoss.
Men tað er heldur eingin í veit, hvussu leingi tað fer at ganga sum tað ger beint nú.
– Men vit vita við vissu, at henda støðan fer ikki at standa við og tí mugu vit brúka vit og skil nú og rinda skuld, og annars tryggja tær vælferðartænastur vit hava, sigur Kristina Háfoss.