Vil hava fútabann móti kommunuskúlanum

Klokkan níggju í morgun handaði sakførarin hjá Tórshavnar býráð, Jógvan Páll Lassen, eina áheitan á fútan um at seta fútabann móti ætlanum kommunuskúlans at seta á stovn 10. flokk skúlaárið 2010/2011

Málið um 10. flokk í Kommunuskúlanum hevur nú fingið eina púra óvanliga og sera dramatiska vend. Klokkan níggju í morgun handaði Jógvan Páll Lassen vegna Tórshavnar býráð eina áheitan á Karen Marie Olesen um at seta fram fútaforboð móti Kommunuskúlanum og ætlanunum hjá leiðslu skúlans at skriva inn 10. flokk fyri skúlaárfið 2010/2011.
Málið er bæði drúgt og fløkt. Longu í 2004 birtust ætlanir um at broyta skúlabygnaðin í Tórshavnar kommunu, og í 2006 varð ein arbeiðsbólkur settur at viðgera málið.
- Tað er soleiðis, at ábyrgdin á skúlaøkinum er í fyrsta lagi tvíbýtt millum land og kommunur, og síðani er tað aftur tvíbýtt millum kommunustýri og skúlastýri. Og sambært fólkaskúlalógini hevur kommunustýrið greiða heimild at fremja yvirskipaðar bygnarbroytingar, sum fevna um allan skúlabygnaðin í kommununi, og tað er tað, sum býráðið hevur gjørt við at savna 10. flokkarnar, og sum Mentamálaráðið hevur góðkent, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri.
Øll 11 skúlastýrini tóku upprunaliga undir við ætlanini í 2008, tá ið býráðið samtykti ætlanina.
Síðani hava leiðslan og partar av skúlastýrinum fyri Kommunuskúlan arbeitt ímóti og hava millum annað sent eina kæru inn móti býáðssamtykt, har sagt verður, at bygnaðarbroytingarnar eru ásettar í heimildarloysi, sigur Jóan Petur Hentze.
Men kæran er farin ígjøgnum eitt óvanligt sirkus, og er send frá Pontius til Pilatus, og er soleiðis endað í Fiskimálaráðnum av øllum instansum.

Frá Pontius til Pilatus
Upprunaliga varð kæran send til Innlendismálaráðið, ið hevur eftirlit við kommununum, men av tí at Annika Olsen er so nær skyld einum av limunum í skúlaráðnum fyri Kommunuskúlan, varð kæran send víðari til Løgmann at taka støðu til vegna ógegni.
Løgmaður gjørdi síðani av, at senda kæruna víðari til Almannaráðið. Almannamálaráðið vísti kæruni aftur, tí mett var ikki, at talan var um kommunalt eftirlitsmál.
Kært varð síðan til Mentamálaráðið, ið er kærumyndugleiki sambært fólkaskúlalógini. Eisini Mentamálaráðið beindi málið víðari til løgmann eisini vegna ógegni, og at Mentamálaráðið var partur av málinum, tí ráðið hevði góðkent nýggja skúlabygnaðin í Tórshavnar kommunu. Eisini hevði ráðið sýtt einari umsókn um 10. flokk frá Kommunuskúlanum – sum væl at merkja var send uttan um og uttan vitan av Tórshavnar býráð, ið av røttum skuldi góðkent umsóknini.
Nú er kæran so enn einaferð umvegis løgmann endað í Fiskimálaráðnum. Partur av kæruni hjá skúlastýrinum snýr seg um steðgandi virkni, meðan kæran verður viðgjørd, og í tí punktinum hevur Fiskimálaráðið so givið kærandi skúlastýrinum viðhald.

Hetta gevur tó ikki Kommunuskúlanum rætt til av sínum eintingum at skipa 10. flokstilboð, og tí hevur býráðið nú umvegis sakførara sín heitt á fútan um at seta fram fútaforboð móti Kommunuskúlanum.

Ógegni
Nærum allan vegin gjøgnum mylluna hevur verið talan um ógegni. Hetta gjørdi seg galdandi í Innlendismálaráðnum, og var eisini ein partur av málinum í Fiskimálaráðnum, har ein leiðandi embætismaður er pápabeiggi til ein av lærarunum og 10. floks forsprákarunum í Kommunuskúlanum.
Støða er kortini tikin til, at lógin um gegnið ikki er galdandi í tí førinum.
Tað stutta av tí langa er kortini, at málið í løtuni liggur hjá Fiskimálaráðnum, og tá niðurstøðan í fyrsta umfari er, at virknið av bygnaðarbroytingini skal steðgast, meðan kæran verður viðgjørd, hevur hetta ført við sær, at býráðið vil hava sett fútaforboð móti Kommunuskúlanum og ætlanum skúlans óheimilað at innskriva næmingar til 10. flokk skúlaárið 2010/2011.
- Tað er sjálvandi ógvuliga harmiligt, at neyðugt er at taka eitt slíkt stig, men skúlaleiðslan er farin langt út um sínar heimildir, , sigur Jóan Petur Hentze.
Eisini borgarstjórin, Heðn Mortensen, harmast um, at málið skal verða komið hartil, at neyðugt er við einum fútaforboði.
- Upprunaliga ætlanin var at seta nýggja skúlabygnaðin í verk skúlaárið 2009/2010, men avgjørt var at útseta hetta til komandi skúlaár. Hetta var gjørt, so at Kommunuskúlin skuldi fáa tíð og umstøður at tillaga seg til nýggja skúlabygnaðin. Tað, sum vit síðani hava sæð er, at leiðslan í skúlanum púra í sjálvdrátti hevur arbeitt við ætlanum um at halda fram við 10. floks virkseminum, og tí var neyðugt at taka hetta óhoyrda og sera drastiska stigið, sigur Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen leggur aftrat, at 10. flokkur næsta skúlaár undir øllum umstøðum verður í Eysturskúlanum, og hann harmast um, at næmingar og foreldur nú eru ørkymlað um støðuna.
- Vit fara tó at tryggja, at allir næmingar, ið ætla sær í 10. flokk, verða tiknir inn, hóast at umsóknarfreistin er farin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.