Konslaskifti
Tað er eitt ár síðani, at Philip Astley var í Føroyum fyri fyrstu ferð. Tá legði hann stóran dent á at fáa føroyskar myndugleikar at geva bretskum oljufyritøkum, sum vilja vera við í oljuleitingini, gætur. Og boðskapur hansara hesaferð er eisini tann sami: at bretskar og føroyskar fyritøkur finna saman og fara at samstarva, nú oljuvinnan bankar á dyrnar. Hann leggur stóran dent, at tað ikki bara er frá bretsku stjórnini í London, at áhugi er fyri Føroyum. Eisini lokal øki sum Caithnes og Aberdeen sýna Føroyum stóra áhuga og eru vitjanir frá hesum økjum í hesum døgum eitt gott dømi um júst tað.
-Tað er eingin ivi um, at við komandi oljuvinnuni og vónandi við stórum oljufundum so fer samstarvið millum londini at vaksa. Vit liggja jú sera tætt upp at hvørjum øðrum og oljuleiðirnar liggja eisini miðskeiðis millum londini. Hetta síggi eg sum eina stóra avbjóðing fyri bæði okkum og tykkum.