Vil hava eitt skip afturat til Strandferðsluna

So hava nólsoyingar Ternuna í frið og hon er nógv betri enn nýggja ferjan, ætlanin var at byggja til nólsoyarsiglingina

 

Enn er ongin avgerð tikin, um Strandferðslan fær eitt avloysaraskip ella ikki.

 

Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.Og hann leggur afturat, at enn veit hann ikki um hann fær politiska undirtøku, og sostatt pengar, til at útvega eitt slíkt skip fyri.

 

Hann sigur, at fær hann politiska undirtøku fyri tí, ber til at byggja ein bát fyri einar 18 milliónir.

 

Talan er um ein bát, sum tekur eini 100 ferðafólk og eisini ein ella tveir bilar, og sum sostatt er væl størri enn Jósup, sum Strandferðslan annars plagar at leiga.

 

– Tað hevði verið ein stórur lætti at fingið ein slíkan bát, tí so høvdu vit sloppið vit undan at tikið Ternuna úr sigling, hvørja ferð eitt brek er onkustaðni, sigur hann.

 

Hann leggur afturat, at í næstum verður eisini ferjulega í Svínoy, so eisini tá verður brúk fyri at kunna flyta ein bil av og á, eitt nú oljubil, ruskbil og aðrar tænastubilar.

 

Henrik Old ivast í, um eykakostnaðurin fyri eitt slíkt skip hevði verið so stórur, tá ið samanum kemur, tí Strandferðslan brúkar nógvar pengar til at leiga skip fyri.

 

Hann sigur, at fær Strandferðslan eitt avloysaraskip, sleppa tey undan at taka Ternuna úr sigling, hvørja ferð eitt av hinum skipunum skal takast úr sigling av einhvørjari orsøk, tað kann vera fyri tekniskt brek, óhapp, ella tí at tað skal á beding.

 

Sostatt hevði nólsoyingar fingið Ternuna í frið og landsstýrismaðurin heldur, at tað hevði ikki verið ringasta kvettið hjá nólsoyingum, tí Ternan er nógvar ferðir betri skip enn nýggja ferjan, ætlanin var at byggja til nólsoyarsiglingina.

 

Men eitt tað fyrsta, Henrik Old gjørdi eftir at hann hevði tikið við sum landsstýrismaður, var at sleppa ætlanini um at byggja nýggja nólsoyarferju. Og hann sigur, at tað, hann hevur frætt úr Nólsoy, eru tey sum heild ikki serliga kedd um tað.

 

Ferjan ætlanin var at byggja til Nólsoyar, er bara helvtina so stór sum Ternan, tað sigldi ikki skjótari enn Ternan og tað tók bara 11 smáar bilar. Ternan tekur 20 bilar, og nú ein dagin vóru 18 bilar við, sigur Henrik Old.

 

Tí heldur hann, at nólsoyingar eru væl betri farnir við at hava Ternuna siglandi, enn teir høvdu verið við tí nýggja skipinum, ætlanin var at byggja.