Vil hava eina smala sjálvstýrissamgongu

Poul Michelsen vil hava eina samgongu við so lítlum meiriluta sum gjørligt og hann vil hava, at sjálvstýrismálið verður sjónligt í nýggja samgonguskjalinum

- Skulu vit vera við í eini nýggjari samgongum skal sjálvstýrismálið týðiliga fram í samgonguskjalinum.

Tað staðfestir nývaldi tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum í Havn, Poul Michelsen.

Hann hevur ongantíð dult fyri, at hann hoyrir til tann meiri loysingarsinnaða vongin í Fólkaflokkinum og hann sigur, at skal flokkurin við í eina samgongu nú eftir valið, er tað ongin ivi um, at sjálvstýrismálið skal vera sjónligt í tí nýggja samgonguskjalinum.

Hinvegin vil hann ikki siga nakað um, hvørja samgongu, hann kundi hugsa sær, ella

- Tað er ein spurningur, sum formaður okkara, Jørgen Niclasen, arbeiðir við í hesum døgum og tað lati eg yvir til hann.

Í fyrstu syftu verður kannað eftir, um ABC samgonguni er lív lagað og um hon kann halda fram. Men er tað ikki ein møguleiki, verður so kannað eftir, hvørjir aðrir møguleikar eru.

- Floksleiðslan hevur so fingið at frá okkum í tingmanningini, hvat liggur okkum á hjartað og so verður arbeitt eftir tí.


Ein smøl samgonga

Men umframt at hann vil hava sjálvstýrismálið sjónligari, vil Poul Michelsen eisini hava eina samgongu, sum er so smøl, sum gjørligt.

- Mær dámar best tær smalu samgongurnar, sum akkurát hevur meiriluta.

Sostatt vil hann helst hava eina samgongu, sum bara hevur 17 tinglimir.

- Tað livi eg fínt við, tí tað krevur moral og disiplin av øllum samgongulimunum og eg havi altíð hildið, at tær eru tær sterkastu samgongurnar.

Sostatt er hann ikki samdur við teimum, sum halda, at stóran samgongur við 20 ella 21 tinglimum, eru tær sterkastu.

- Ein stór samgonga kann tykjast sterk ta fyrstu tíðina, men tá ið líður út á valskeiðið, er tað altíð onkur, sum spælir fríspæl, sum vit so mangan sóu tað í samgonguni í valskeiðnum, sum nú er farið og tað skapar eina øgiliga órógv, sigur Poul Michelsen.

Men hinvegin er tað eisini ein politisk kabal, sum ganga upp og gongur hon best upp í eini størri samgongu, hevur Poul Michelsen heldur onki ímóti tí.

Tað kann eisini leggjast afturat, at Poul Michelsen er ikki einsamallur í Fòlkaflokkinum, sum vil hava sjálvstýrismálið aftur á dagsskrá, tí sum vit skriva í aðrari grein her í blaðnum, vil ein annar nývaldur tinglimur hjá Fólkaflokkinum, Annika Olsen, eisini hava sjálvstýrið á breddan.