Vil hava brúkaragjøld fyri vatn og burturkast

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi og løgtingsmaður, vil lækka skattin og seta brúkaragjøld ístaðin

- Vit hava skyldu at kanna, hvussu vit kunnu lækka skattatrýsti enn meiri.

Tað heldur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi.

Í kjaksending á Rás2 nú ein dagin staðfesti hann, at Sands Kommuna hevur verið illa tyngd av skuld síðani einaferð í áttatiárunum.

- Í áratíggjur hevur alt í Sands Kommunu snúð seg um at rinda skuldina aftur og avleiðingin er, at ymiskt annað liggur á láni.

 

Av tí sama hevur skattaprosentið á Sandi ligið í topp, ella á 23,5%, men í ár er tað lækka niður í 23%.

Og hann heldur, at tað sær heldur frægari út aftur, tí eitt nú eru arbeiðspláss skapt í oynni.

 

Men Brandur Sandoy heldur, at endamálið er alla tíðina at royna at lækka skattin sum mest.

- At hava hægsta skattaprosent í áratígggjur, er ikki eggjandi í longdini, heldur hann.

Í  tí sambandi sambandi heldur borgarstjórin á Sandi, at vit eiga at fara meiri yvir til at taka brúkarahjøld fyri ymsar tænastur, heldur enn at fíggja alt við skattinum.

 

Í tí sambandi heldur hann, at tað skuldi ikki nakað verið í fegin fyri at fólk rindaðu brúkaragjøld fyri at fáa vatn og fyri renovatiónina.

Hann nevndi at hjá Sands kommunu kostar renovatiónin einsamøll eini tvey ella trý skattaprosent.

- Tað er spurningurin um tað er tann vegin vit skulu fara, heldur Brandur Sandoy.