Tjóðveldisflokkurin vil nú hava Løgtingið at játta meiri pening til fólkaskúlan Tjóðveldisflokkurin vil nú hava Løgtingið at játta meiri pening fyri at fáa betri skúlabøkur og fyri at styrkja byrjunarundirvísingina í fólkaskúlanum.
Fríggjadagin legði flokkurin sostatt fram tvey uppskot fyri Løgtingið um at játta meiri pening til hesi endamál.
Í fyrru atløgu vil flokkurin hava Løgtingið at játta 3,5 milliónir afturat til byrjunarundirvísing í fyrsta, øðrum og triðja flokki frá næsta skúlaári. Peningurin skal nýtast til at hækka tímatalið fýra tímar um vikuna í fyrsta, øðrum og triðja flokki, sigur Tjóðveldisflokkurin í tíðindaskrivi
Men flokkurin leggur dent á, at hann vil hava, at allir flokkar í landinum skulu fáa sama tímatal, so at munurin, sum er í dag er á tímatalinum í minnu bygdaskúlunum og í størru skúlunum, verður javnaður.
Men flokkurin vil eisini, at játtanin aftur verður hækkað næsta ár so at vit í Føroyum hava sama tímatal sum hini Norðurlondini, ella ávikavist 25, 28 og 30 tímar um vikuna í fyrsta, øðrum og triðja flokki.
Somuleiðis vil Tjóðveldisflokkurin hava Løgtingið at samtykkja at játta Føroya Skúlabókagrunni tvær milliónir krónur afturat til skúlabókager.
Men flokkurin heldur, at hetta skal bara vera fyrsta stig í eini røð, har játtanin til grunnin verður økt tvær milliónir kronur um árið í trý ár, so at játtanin er komin uppá 11,5 milliónir krónur um árið í 2009.










