Nú fer Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, at kanna eftir, hvussu eftirlitið við ólógligari arbeiðsmegi í Føroyum, kann herðast, og somuleiðist og eftirlitið við, um útlendingar arbeiða í Føroyum fyri undirløn.
Tað sigur hann, nú Jónleif Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu hann ætlar at tryggja, at eftirlitið við útlendskari, arbeiðsmegi í Føroyum, er nøktandi.
Hann sigur, at skulu allir útlendingar skrásetast við markið, hevði tað helst tikið munandi longri tíð at avgreitt fólt, og tað hevði ivaleyst elvt til stóra ónøgd hjá teimum, sum fáast við ferðavinnu í Føroyum.
Hann sigur, at sum er, hevur Landsstýrið ongar ætlanir um at skráseta alla útlendska arbeiðsmegi. Men tað er ikki fyrr enn ein kanning er gjørd, at tað ber til at staðfesta, um nakað ólógligt fer fram. Og í fyrstu syftu fer Henrik Old at seta seg í samband við løgregluna fyri at fáa greiðu á, hvussu eftirlitið verður framt í dag, og um tað ber til, ella um tað yvirhøvur er neyðugt, at herða tað.
Samstundis hevur hann kallað inn til fund um eftirlit við útlendskari arbeiðsmegi og sosialari dumping. Við á fundinum vera umboð fyri Samferðslumálaráðið, Útlendingastovuna, Politiið, TAKS, Arbeiðs- og brunaeftirlitið og ALS.
Henrik Old sigur, at hetta verður ein yvirskipaður fundur, har tey fara at umrøða, um tað er nakar trupulleiki við útlendskari arbeiðsmegi. Endamálið við fundinum er eisini at vita, hvør hevur ábyrgdina á økinum, hvørjar heimildir skulu fáast til vega fyri at hava eitt effektivt eftirlit, og hvussu arbeiðið skal samskipast framyvir, sigur hann.