Vil hava barnið hjá Ronaldo aftur

20 ára gamla enska gentan, sum føddi barnið hjá Christiano Ronaldo, angrar nú at vera keypt til tøgn, og vil nú hava barnið aftur. Sakførararnir gjørdu sítt arbeiði væl, tá Christiano Ronaldo í summar gjørdist pápi til ein son. Teir fingu sett eina avtalu saman sum merkti, at mamman skuldi sleppa soninum, samstundis sum hon heldur ikki mátti úttala seg um málið. Afturfyri fekk hon útvið 90 milliónir krónur.

Men nú seks mánaðir seinni tosar hon um barnið. Grátandi í telefonini við Ronaldo, veit Sunday Mirror at siga.

- Sambært Ronaldo hevur hon ongan rætt til barnið og fer ongantíð at síggja tað, sigur ein vinmaður hjá Ronaldo.

Kortini tosar Ronaldo við hana, sjálvt um hann skemtar við, at hann »bara hevur sæð hana nakna«.

Hann møtti gentuni á einum náttklubba í London og endaðu síðani á einum hotelrúmi.

Skal Ronaldo loyva kvinnuni at síggja sonin, so kfrevst at øll avtalan verður strikað, og tað merkir, at kvinnan skal rinda tær 90 milliónirnar aftur, skrivar Sunday Mirror.