Tað er vónleyst hjá sosialt veikum at finna sær bústað í høvuðsstaðnum.
Hetta staðfestir Kristian Magnussen, tingmaður Javnaðarfloksins. Tí hevur hann latið løgtingsskrivstovuni ein fyrispurning til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum um trupulleikan.
Í fyrispurninginum spyr Kristian Magnussen, um landsstýrismaðurin, vísandi til forsorgarlógina, ætlar at taka stig til at seta á stovn ella góðkenna bústovn til fólk við serligum sosialum trupulleikum.
? Eg havi valt at seta fram hendan fyrispurning, tí eg sambært tingskipanini ikki havi loyvi til at leggja fram eitt lógaruppskot, sum útinnir fyrisiting. Og tað hevði eitt uppskot um slíkan stovn gjørt, sigur Kristian Magnussen.
Vaksandi trupulleiki
Kristian Magnussen vísir á, at tað seinastu árini eru vorðin alt fleiri heimleys í Føroyum og serliga í Havn. Samstundis er stór íbúðarneyð í Havn, sum ger møguleikan hjá heimleysum at finna sær bústað nærum ómøguligan.
Harafturat heldur Kristian Magnussen, at hóast heimleys, ið hava verið rúsevnismisnýtarar, hava verið í viðgerð fyri rúsevnismisnýtslu og hava hildið seg edrú í mánaðir, so er púra vónleyst hjá nógvum teirra at finna sær bústað, orsakað av vánaliga umdømi teirra millum manna.
Besta dømi um stóra trupulleikan hjá heimleysum heldur Kristian Magnussen herbergið hjá Frelsunarherinum vera.
? Veruleikin er tann, at nærum hvørja nátt hýsir herbergið seks til átta fólkum í tveimum kømurum. Nøkur av teimum gistandi liggja í song, meðan nøkur liggja á bóli. Hetta er hvørki nøktandi fyri tey gistandi ella starvsfólkini á herberginum, sigur Kristian Magnussen.
Landstrupulleiki
? Vit kunnu ikki sum lanspolitikarar vera nøgdir við at veita Frelsunarherinum nakrar krónur í stuðuli á fíggjarlógini, fyri síðani at tváða okkum um hendurnar og lata sum um, at trupulleikin er loystur.
? Tað er sagt ofta fyrr, og er tíverri líka viðkomandi og satt í dag, at dygdin í samfelagnum kann metast eftir, hvussu vit taka okkum av teimum, ið eru ringast fyri, og sum hava samfelagsins solidaritet fyri neyðini.
? Tá herbergið hjá Frelsunarherinum er koyrt í send ? orsakað av, at vit misnýta teirra sosiala áhuga og medvit við ikki at veita teimum neyðugan fíggjarligan og moralskan stuðul, soleiðis at tey kunnu veita eitt sømiligt tilboð ? tá eru vit øll vorðin fátækari, sigur Kristian Magnussen.
Kristian Magnussen metir, at samlaði raksturin fyri ein bústovn fyri sosialt veik verður umleið 2,25 milliónir krónur um árið, umframt møguligar húsaútreiðslur.









