Eigur tað at vera javnstøða ímillum kynini í landsstýrinum - og er ætlanin at gera nakað við tann veruleika, at tað bara eru menn í landsstýrinum nú.
Tað eru tveir spurningar, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú skal greiða frá alment. Tað er Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum nú spyr løgmann um hann heldur, at tað er nøktandi, at eingin kvinna er landsstýrismaður í løtuni. Hon málber seg soleiðist, tí eftir lógni eru øll, sum eru í landsstýrinum, landsstýrismenn, hóast talan er um kvinnur – og sjálv er Ingilín Didriksen Strøm eisini løgtingsmaður, hóast hon er kvinna.
Tá ið hendan samgongan varð skipað, var bara ein kvinna í landsstýrinum. Síðani hevur Sambandsflokkurin skift landsstýrisfólk og tá varð ein maður settur fyri ein mann. Og tá ið landsstýrið varð umskipað í kjalarvørrinum á málinum um sammøður, fór einasta kvinnan í landsstýrinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í Fólkaflokkinum, úr landsstýrinum og ein maður varð settur ístaðin. Sostatt eru tað nú sjey menn, sum eru í landsstýrisnum.
– Tað merkir, at nú eru sjey menn, sum umboða landsins leiðslu í Tinganesi, staðfestir Ingilín Didriksen Strøm. Samstundis vísir hon á, at tað er løgmaður, sum hevur ábyrgdina av at seta landsstýrisfólk og loysa landsstýrisfólk úr starvi, og tí hevur hann eisini heimild til at tryggja, at javnastøða er í landsstýrinum.
– Hetta er fyrstu ferð síðan 2004, at eitt landsstýri bara er mannað av monnum og Javnstøðunevndin hevur sagt, at hetta gongur ímóti demokratisku virðunum, sigur Ingilín Didriksen Strøm.