Vil hava at vita um Jenis av Rana fær røkt sítt starv

Hann hevur boðað frá, at hann ikki vildi koppsetast fyri koronu – men nettupp tað er ein fortreyt fyri at ferðast frítt

Nú skal Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, greiða Løgtinginum frá, um støðan í sambandi við koronu hevur tarnað honum í arbeiði hansara. Hann hevur boðað frá, at fyribils ætlaði hann ikki at lata seg koppseta, og nú vil Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, hava hann at greiða frá støðuni.

 

Sostatt skal Jenis av Rana nú greiða Løgtinginum frá, hvussu ofta hann er setstur aftur frá at ferðast í starvsørindum, av tí at hann ikki er koppsettur fyri koronu, og um hann yvirhøvur fær røkt sítt arbeiði sum landsstýrismaður í uttanríkismálum, tá ið hann ikki er koppsettur fyri koronu.

 

Bjarni Kárason Petersen vísir á, at eftir ætlan skuldi Jenis av Rana seta eitt føroyskt tiltak á Arctic Circle 2021 í Reykjavík í farnu viku, men hann gjørdi av ikki at fara til Íslands. Landsstýrismaðurin var heldur ikki á arktiska ráðharrafundinum í Reykjavík tann 20. mai í ár.

 

Hann vísir á, at treytin fyri at ferðast smidliga kring í heiminum í hesum døgum er ein váttan fyri, at ein er koppsettur fyri koronu, og tí spyr tingmaðurin fyri Framsókn, um tað hevur darvað arbeiðinum hjá landsstýrismanninum, og um hann er førur fyri at røkja tær uppgávur, ið embætið sum landsstýrismaður í uttanríkismálum krevur, tá ið hann ikki er koppsettur fyri koronu.