Vil hava at vita um bóndin fær pengarnar í sín egna lumma

Høgni Hoydal og Sirið Stenberg skul nú greiða frá, hvønn rætt, bøndur, sum hava festi frá tí almenna, fáa rætt til at gera serligar avtalur um vindmyllur, uttan at tað verður bjóðað út

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, skulu nú siga sína meining um ætlanina, har Vindrøkt hevur fingið seravtalu við Sigert Paturson, bónda á Vatnaskørðum í Hoyvíkshaganum, um at seta vindmyllur upp.

Tað er Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sum vil hava landsstýrisfólkini at siga sína hugsan um hesi viðurskifti.

Bill Justinussen sigur, at tað er komið fram, at festarin, Sigert Paturson, persónliga, hevur fingið eina tilsøgn frá myndugleikunum í 2003 um at nýta hesa almennu jørð til eina vindmyllulund, og síðani er seravtala gjørd við Vindrøkt um at seta myllurnar upp.

– Í hesum samanhangi er tað viðkomandi at fáa staðfest um tað er eftir lógini, at slíkar privatar seravtalur verða gjørdar um almenna jørð, sum forða øðrum áhugaðum umsøkjarum, eisini SEV, at sleppa framat at bjóða uppá framtíðar vindorkuútbyggingina í Føroyum, heldur Bill Justinussen.

– Tað hevur altíð verið ein fyritreyt í lógini, at festijørð bera kann verða brúkt til búnaðarendamál og ikki onnur endamál, uttan so at serstøk heimild er fyri at gera undantak frá hesi høvuðsreglu.

– Tað er sostatt ikki nøkur heimild í lógini at nýta, ella at leiga, almenna festijørð út til onnur endamál enn til jarðarbrúk, heldur løgtingsmaðurin.

Tí vil Bill Justinussen hava tey at greiða frá, hvørji ítøkilig lyfti festarin hevur fingið, og um avtalan við Vindrøkt kann ógildast.

Tey skulu eisini greiða frá, um tað bara er Sigert Paturson, sum fær sersømdir í samband við nýtslu av almennari jørð til vindmyllur. Og somuleiðis vil Bill Justinussen hava at vita, um tað er festarin sjálvur, sum fær allan ágóðan av avtalauni, ella um ágóðin kemur sjálvum festinum til góðar.

– Hví letur Landið ikki fría kapping valda á hesum øki, so at øll kunnu bjóða seg fram, heldur enn at binda seg til ivingarsamar avmarkingar til einstaklingar um at brúka festijørð  til vindmylluútbygging, spyr Bill Justinussen. 

Hann spyr eisini um ein slík avtala er í samsvari við endamálið í elveitingarlógini um at veita føroyingum so bíligan streym sum gjørligt, tá ið ongin verulig kapping hereftir verður um at útbyggja vindorkuna í Føroyum, tí tað bara vera einstakar fyritøkur, sum sleppa framat, samstundis sum at allar aðrar, eisini Sev, verða útihýstar.