Vil hava at vita nær samgongan fer at halda sítt lyfti

? Fiskavirkini í útjaðaranum eru illa fyri og nú vil Hergeir Nielsen hava at vita frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, nær ætlanin er at halda lyftið um at hækka flutningsstuðulin

Flutningsstuðul

? Samgongan hevur lovað at hækka flutningsstuðulin til fiskaflutning. Men hetta lyftið hevur hon ikki hildið.
Hergeir Nielsen, løgtingsmaður úr Suðuroy, vil nú hava at vita, hvørjar ætlanir, samgongan hevur við flutningsstuðlinum.
Næstu ferð høvi býðst, fer hann sostatt at spyrja landsstýrismannin í fiskivinnumálum, hvat ætlanin er við flutningsstuðlinum.
Hann vísur á, at tað kostar 45 oyru at flyta eitt kilo av fiski um Suðuroyarfjørð, men at flutningsttuðulin er 14-15 oyru.
? Eyðsæð er, at tað er kappingaravlagandi at virka fisk í útjaðaranum undir tílíkum umstøðum, og at ein loysn má finnast sum skjótast.
Hergeir Nielsen minnir á, at tíðliga í vár segði formaðurin í vinnunevndini (Hendrik Old, blaðm.), at samgongan hevði avtalað at hækka stuðulin.
? Men so var ikki. Eitt var at játtanin ikki hækkaði, men hon lækkaði í mun til undanfarin ár,sigur Hergeir Nielsen.
? Í juni mánaða segði formaðurin í vinnunevndini, at nú hevði hann mist tolið, og at kunngerðin um flutningsstuðul skuldi setast í verk fyrsta dagin.
Men so var ikki, og enn er onki hent við flutningsstuðlinum, hóast árið nú er farið at halla.
Hann leggur afturat, at sokallaði Suðuroyarbólkurin hjá samgonguni hevur havt ein fund um vinnuligu støðuna í Suðuroynni, og tað var 25. mars í ár.
? Nú tveir mánaðar eru eftir av árinum, tykist flutningsstuðulin at vera sleptur, og virkini í útjaðaranum eru illa við av, at játtaður stuðul ikki verður útgoldin.
Løgtingsmaðurin vil tí hava landsstýrismannin í fiskivinnumálum at greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur á hesum øki, og nær hann sær seg føran fyri at seta kunngerðina um í gildi um at hækka flutningsstuðulin.

Flutningsstuðulin í tølum
Í spurningi sínum til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, vísir Hergeir Nielsen á, at í 2000 vórðu 3,436 milliónir brúktar til flutningsstuðul, í 2001, var stuðulin 3,726 milliónir og í 2002 var hann 3,676 milliónir.
Í fjør vórðu 2,5 milliónir settar av á fíggjarlógini til flutningstuðul, men bara 1,950 millión varð brúkt.
Í ár eru aftur 2,5 millión settar av til flutningsstuðul á fíggjarlógini.
samstundis vísir eitt yvirlit, at higartil í ár eru bara slakar 800.000 krónur brúktar til flutningsstuðul.
Sostatt verður tað so langt frá, at játtanin í ár fer at verða brúkt upp.
Men tað er ógvuliga ymiskt, hvussu stuðulin er býttur ímillum tey ymsu økini í landinum.
Tað er eisini ymiskt, hvussu stórur flutningsstuðulin er fyri hvørt kilo.
Tað sæst, at nógv mesti flutningsstuðulin verður latin í Eysturoy og har verður eisini nógv mesti fiskurin virkaður av tí, sum hevur rætt til flutningsstuðul.
Niðanfyri sæst yvirlitið yvir, hvussu flutningsstuðulin er býttur sundur ímillum tey ymsu økini i landinum higartil í ár.