Hvussu gongur við arbeiðnum at fyrireika verkætlanina at gera tunnil úr Gøtudali í Skálabotn.
Tað er ein spurningur, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, skal greiða Løgtinginum frá beint eftir ársskiftið.
Hanna Jensen hevur havt sæti á Løgtingi í nakrar dagar fyri Framsókn og hett høvi brúkti hon til at spyrja landsstýrismanninum, hvussu landið liggur við arbeiðnum at fyrireika eina verkætlan um Tunnil úr Gøtudali í Skálabotn.
Í hesum sambandi skal Jørgen Niclasen eisini greiða frá, hvussu nógvur peningur verður settur av til endamálið hesi næstu árini frá 2020 til 2024, og hann skal eisini siga sína hugsan um, nær tað verður koyrandi gjøgnum Gøtudalstunnilin.
Hanna Jensen sigur, at undanfarna samgonga setti tvær milliónir av í ár til at fyrireika tunnil úr Gøtudali til Skálabotn. Endamálið er leiða ferðsluna úr øllum økinum norðanfyri Gøtueiði yvir í Skálabotn, so at hon kann fara eftir vestara armi á Skálafjørðinum, út á Strendur í Eysturoyartunnilin har.
Tað fer at lætta munandi um ferðslutrýstið ígjøgnum Runavík.
Hanna Jensen sigur, at ein fyrimunur við Eysturoyartunlinum er, at hann bindur landið betri saman, eisini økið norðanfyri Gøtueiði, Norðureysturoy, Norðurstreymoy og vesturøkið, har flogvøllurin er.
Og hon sigur, at ein tunnil úr Gøtueiði til Skálabotn fer at bøta munandi um allan flutning, ikki minst vinnuflutning, sum í dag skal koyra um Gøtueiði, har tað fleiri staðni er brattari enn tilmælini siga, at ein vegur skal vera.
Harafturat er tað høgt at koyra um Gøtueiði og serliga er alt hetta ein vansi tá ið tað er hált, sigur hon.