Vil hava at vita hvussu nógvar íbúðir ætlanin er at byggja

Landsstýriskvinnan skal greiða frá, hvat hon ætlar at gera við bústaðarneyðina

Hvussu nógvat bústaðir ætlar tú at byggja í hesum valskeiðnum.

Tað er ein ítøkiligur spurningur, Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Nú setir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í bústaðarmálum.

Nú hevur landsstýriskvinnan so nakrar dagar at fyrireika eitt svar í, áðrenn hon alment greiðir frá, hvat hon ætlar at gera við bústaðarneyðina.

Aksel V. Johannesen vil eisini hava at vita frá landsstýriskvinnuni, um støða er tikin til, um Bústaðir skulu virka á vinnuligum grundarlagi, soleiðis sum ein arbeiðsbólkur mælti til í mars.

Undanfarna samgonga ætlaði at lata Bústaðir útvega enn fleiri bústaðir, og í hesum sambandi skuldu Bústaðir fáa heimild til at læna 250 milliónir afturat.

– Men táverandi andstøða forðaði fyri uppskotinum, sigur Aksel V. Johannesen.

Síðani hevur landsstýriskvinnan sett ein arbeiðsbólk at viðgera bústaðarneyðina.

– Fyrst í mars varð arbeiðið liðugt, og eitt av tilmælunum er at lata Bústaðir virka á vinnuligum grundarlagi.

Men samstundis varð víst á, at avleiðingin av hesum er, at tað verður dýrari at leiga

– Sambært Bústøðum er fermetraprísurin á einum leigubústaði hjá Bústøðum ikki meiri enn helvtina av prísinum hjá privatari fyritøku, sum rekur vinnuligt virksemi við leigubústøðum.

– Hetta málið skuldi viðgerast politiskt, vóru boðini frá landsstýriskvinnuni tá, men nú tveir mánaðir eru farnir, er framvegis einki at frætta viðvíkjandi politisku ætlanunum á bústaðaøkinum.

– Vit eru í eini støðu í løtuni, har tað tíverri eru alt ov nógv, sum mangla eitt trygt heim fyri ein hóskandi kostnað, sigur Aksel V. Johannesen.

– Tí skulu Bústaðir ikki niðurlagast, men heldur sleppa at byggja meira, leggur hann afturat.

– Skulu Bústaðir virka á vinnuligum grundarlagi, er tað eyðsæð, at tað hevur við sær, at leigan verður hægri, sigur hann.

Og tað fer serliga at merkjast hjá teimum, sum frammanundan eru fíggjarliga sperd, sigur Aksel V. Johannesen.