Løgtingið hevur nú samtykt, at Anfinn Kallsberg, Løgmaður skal svara einum fyrispurningi frá Dan Petersen, løgtingsmanni um leiguviðurskiftini hjá teimum ymsu aðalstýrunum í Landsstýrinum.
Dan Petersen vil hava at vita:
1. Hvussu nógv gjalda ymsu aðalstýrini í leiguútreiðslum?
2. Hvussu nógvar fermetrar leiga aðalstýrini í dag?
3. Hvør myndugleiki góðkennir leigusáttmálarnar?
4. Hvørjar egnaðar bygningar eigur landsstýrið, sum í dag ikki verða brúktir til umsiting?
5. Hvussu sær leigusáttmálin, sum Fiskimálastýrið hevur gjørt um húsini Yviri við Strond, út?
Í viðmerkingunum til spurningarnar, sigur Dan Petersen, at Bygnaðarbroytingarnar hava m.a. eisini ført við sær, at ymsu aðalstýrini eru flutt úr Tinganesi í aðrar bygningar í Havn.
? Sum skilst, er Fíggjarmálastýrið flutt út á Argir í "Albert Hall", Almanna- og Heilsumálastýrið er flutt út í bygning hjá Landssjúkrahúsinum, Undirvísingar- og Mentamálastýrið skal flyta í Grunnahúsini á Hoyvíksvegnum, Fiskimálastýrið í leigaði
hølir Yviri við Strond, oljumálaráðharrin situr í Gróthúsinum á Debesartrøð, og Vinnumálstýrið og Løgmansfyrisitingin verða verandi í Tinganesi.
? Løgtingið viðgjørdi í fjør eina umsókn um eykajáttan til viðlíkahald og broytingar av húsunum á Bryggjabakka, tí hesi høli skuldu brúkast til Vinnumálastýrið. Men nú frættist, at Vinnumálastýrið verður verandi í Tinganesi, meðan Fiskimálstýrið skal flyta
til leigaði hølir Yviri við Strond.
? Hvat hølini á Bryggjubakka síðan skulu brúkast til, vita vit løtingsmenn einki um.
? Hølini, sum verða leigað yviri við Strond, hava áður verið leigað av Toll- og Skattstovuni, og tá fekst at vita, at hesi høli vóru óegnað til umsiting, tí húsini vóru í so
vánaligum standi.
? Tí hevði tað verið áhugavert at fingið at vita frá løgmanni, hvat er øðrvísi í dag við hesum hølum, heldur Dan Petersen.
Somuleiðis brúkti Toll- og Skattstovan húsini á Bryggjubakka, og einki frættist um, at tey ikki vóru væl egnað.