DAGPENGAR
Týsdagin setti Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna, skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum viðvíkjandi dagpeningarskipanini, sum varð broytt seinasta summar. Tingkvinnan vil hava at vita, hvussu nógv fólk hava fingið boð um, at tey eru koyrd úr dagpeningaskipanini síðani løgtingslógin nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m. kom í gildi. Eisini vil hon hava at vita, hvør orsøkin er til, at tey eru koyrd úr skipanini, hvussu hesi fólk, sum eru koyrd úr skipanini, eru tryggjað inntøku, um tey gerast sjúk. Hon vil eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur orðað tær reglur og tær kunngerðir, sum í lógini standa at skula koma í gildi, og um ikki, nær hetta verður gjørt.
Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur tingkvinnan, at hon hevur fingið upplýst, at talan er serliga um fólk, sum eru sjálvstøðugt vinnurekandi og sum hava lítið virki, ið seinastu átta mánaðirnar eru koyrd úr dagpeningaskipanini
- At vera knýtt at dagpeningaskipanini hevur stóran týdning fyri hesi fólk, tí tey standa á berum, um tey av eini ella aðrari orsøk gerast sjúk og ikki kunnu forvinna til lívsins uppihald hetta tíðarskeið. Tey eru so fá ? og tosa vit um sjálvstøðugt vinnurekandi, er oftast talan um einstaklingar. Tí er tørvurin so mikið størri hjá hesum arbeiðsplássi at vera knýtt at eini skipan, sum kann tryggja arbeiðsfólkið løn vegna sjúku, um tað skuldi gjørt neyðug. Tað var ein tryggleiki hjá hesum at vera limir í skipanini, sum tey goldu til mánaðarliga, verður sagt í viðmerkingunum.
Klípini í samfelagnum
Annita á Fríðriksmørk heldur, at samgongan eigur at gera alt fyri at birta upp undir møguleikan hjá smáum virkjum og sjálvstøðugum vinnurekandi at verða verandi virkin í sínum arbeiði.
- Hetta eru tey klípini í samfelagnum, sum hvør í sínum lagi eru við til at menna og uppbyggja okkara vinnuførleika og samleika, og sum við tógvið stríð hava fingið tað virksemi at koyra, sum tey brenna fyri og sum tey vanliga leggja nógv størri orku í enn, hvat hetta kastar av sær av fíggjarliga. Oftast er tað áhugin, sum drívur verkið hjá hesum smáu fyritakandi runt um í landinum, og tí er tað stórt spell, um hesi ikki hava møguleika fyri at tryggja sítt lítla virksemi fyri sjúkradagar, sum kunnu stinga seg upp inn í millum.
- Hesi hava sum er ongan annan møguleika at tryggja seg fyri sjúkrafráveru, og tí er tað sera óheppið um hesi verða koyrd úr tí skipan, sum tey sjálvi annars hava rindað til, og sum virkar sum ein trygd fyri arbeiðsplássið.
- Tá viðgerðin var í tinginum um broytingarnar í dagpeningaskipanini var ongin ivi um, at politiski viljin var at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum vóru knýtt at hesi skipan. Men síðani er so tað hent, at fleiri fólk, sum vóru limir í skipanini, eru koyrd út. Og tað er at undrast yvir, tá hugsað verður um, at hesi onga aðra skipan hava at tryggja sítt virksemi fyri sjúkrafráveru.
Í lógini er í sjey greinum orðað, at landsstýrismaðurin skal gera reglur og kunngerðir. Og hesar eru eisini avgerandi fyri, hvussu lógin sum heild kann umsitast. Annita á Fríðriksmørk vil tí fegin vita, hvat røkist fyri hesum reglum og kunngerðum.










