Vil hava almennan stovn til Eiðis

Næsti almenni stovnurin, sum skal leggjast uttanfyri Havnina, eigur at verða lagdur á Eiði, heldur Tordur J. Niclasen, fyrrverandi borgarstjóri á Eiði.

Tordur Niclasen heldur, at tað er trupult at fáa eygað á leistin, sum almennir stovnar og almenn arbeiðspláss verða løgd út kring landið.


Men hann heldur, at nógv talar fyri, at Eiði skal hava næsta almenna stovnin, sum fer út um Havnina.


Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, skal í næstum gera av, hvar ein stovnur til ung skal leggjast.


- Tá umstøðurnar og fortreytirnar á Eiði eru avbera góðar, vil eg við hesum heita á landsstýriskvinnuna at bera so í bandi, at stovnurin kemur at liggja á Eiði, sigur Tordur J. Niclasen.


- Umframt at bygdin tá far nøkur almenn arbeisðspláss, fáa tey, ið koma at búgva og arbeiða á stovninum, góðar lokalar umstøður at virka undir, heldur hann.