Vil hava aldursmark á fyri at sleppa í dans

Løgtingsmaður heldur, at tað skal vera forboðið hjá teimum blaðungu at sleppa í dans og inn á skeinkistøð um næturnar

– Vit mugu verja okkara ungu betri í náttarlívinum. Tað heldur Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.  

 

Tí heitir hann nú inniliga á landsstýrismannin í vinnumálum, Poul Michelsen, um at seta aldursmark fyri, nær ung fólk sleppa í dans um náttina. Vit kunnu ikki hyggja at, meðan ungfólk, vikuskifti eftir vikuskifti, koma í óføri á dansistøðunum kring landið, sigur hann.

 

 

Hann staðfestur, at í dag er einki aldursmark fyri at sleppa inn á skeinkistøð. Summi skeinkistøð hava kortini aldursmark, men tað er sjálvvalt, tí tað er ikki krav. Hinvegin er ikki loyvi at skeinkja fyri ungum undir 18 ár.

 

– Í hesum sambandi er tað umráðandi at skilja ímillum gistingarhús og matstovur, og so dansistøð sum hava opið alla náttina. Tí meðan tað helst ikki er nakar trupulleiki, at børn og ung hava atgongd til gistingarhús og matstovur, har tað verður skonkt fyri vaksnum, er søgan ein onnur, tá tað kemur til dansistøð í náttarlívinum. 

 

– Tað er neyvan nakar í myrkrinum, sum heldur eyga við, at tað bara er tann, sum keypti, sum drekkur av glasinum, sigur Djóni Nolsøe Joensen. 

 

Í juni mánaði settu hann landsstýrismanninum við vinnumálum ein fyrispurning um skeinkiloyvi. Í tí sambandi svaraði hann, at løgreglan hevur einki mál um skeinking fyri ungum undir 18 ár. 

 

– Øll, sum kenna onkran, sum ferðast í náttarlívinum vita, at hetta fer fram. At løgreglan einki mál hevur um hetta, merkir allarhelst, at tað er trupult hjá løgregluni at hava eftirlit við hesum, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

 

Og nú ætlanin er at broyta lógina um matstovur og skeinking, eitt nú nú er ætlanin at avtaka halgidagslógina á hesum øki, heldur hann, at vit eiga, í sama viðfangi, at seta aldursmark fyri at sleppa inn í skeinkistøð

 

– Hetta hevði verið við til at fyribyrgt, at tey heilt ungu fáa atgongd til rúsdrekka og onnur rúsandi evni, sum eruí náttarlívinum, heldur hann.