Nýggjar inntøkur
Janus Norðberg, sum er kendur frá føroyskum vinnulívi, fyri at hava roynt eitt sindur av hvørjum og hava verið ígongdsetari til mangt, gjørdi herfyri av at velja sær eina heilt nýggja og óvanliga lívsleið, nevniliga at útbúigva seg sum golfinstruktør við støði í eini bachelorútbúgving, sum gevurhonum førleikan at standa fyri eini golfbreyt. Hóast golfítróttin er nýggj her á landi, so sær hann møguleikar fyri eini menning, sum eisini kann koma búskapinum til góðar.
Nógva aðrastaðni í heiminum og ikki minst her rundan um okkum, hjá okkara næstu grannum, eitt nú Skotlandi og Íslandi, hevur golfspælið fingið ta virðing og tann status, sum tað eigur, heldur Janus Norðberg fyri. Her er tað ikki bert ein ítróttargrein ? tað er eisini ein stór inntøkukelda til samfelagsbúskapin og heldur Janus Norðberg, at hetta kundi eisini verið ein gongd leið hjá okkum føroyingum, nú tosað verður um at fáa búskapinum fleiri bein at standa á.
Menna ferðavinnu við golf
-Vit eru ein lítil tjóð og hava leingi bara havt fiskivinnuna at standa á búskaparliga. Men tað hevur altiíð verið eitt ynski hjá føroyingum at fáa fleiri bein at standa á, og seinastu árini hevur nógv verið tosað um ferðavinnuna, sum hitt nýggja beinið. Sjálvur haldi eg, at golfítróttiin kundi verið ein týðandi liður í at menna ferðavinnuna.
Janus Norðberg leggur aftrat, at tað í einum áliti, sum er gjørt um ferðavinnuna herfyri, verður víst á stóra týdningin, sum golf hevur í øðrum londum, og at vit eiga at læra av hesum royndum og tí eiga at raðfesta golf hægri, eitt nú vit at byggja nýggjar golfbreytir, útbúgva fólk at taka sær av hesum ol.
Sjálvur søkti hann søkti oljufeløgini um at fáa stuðul av pengunum til førleikamenning, til eina útbúgving í Skotlandi við tí endamáli at kunna standa fyri eini golfbreyt og eisini undirvísa. Støðan í Føroyum í dag er tann, at her er eingin verulig golfbreyt, og tí hevur verið arbeitt við at fáa eina slíka. Enn er ikki komið á mál, men arbeitt verður framvegis við hesum. Janus Norðberg heldur tað er umráðandi, at vit hava fólk at standa fyri slíkari, um hon verður veruleiki, hvat hann ikki ivast í.
Janus Norðberg sigur, at gerst ein oljuvinna veruleiki her heima, so er greitt, at mong útlendsk oljufólk fara at leita henda vegin, ikki bert ti arbeiðis men eisini at halda feriu saman við familjuni, og tað er ein sannroynd, at teimum dámar sera væl at spæla golf. Støðan hevur so eisini verið tann, at tey oljufólk, sum hann hevur tosað við og sum eru komin henda vegin, spyrja , hvussu umstøðurnar eru at spæla golf. ?Høvdu vit eina breyt her, so hevði eitt nú hvør tann einasti oljumaður, sum kemur til Føroya í sambandi við leiting eftir olju, havt sína golfkø við. Eisini onnur ferðafólk høvdu tikið væl ímóti slíkum tilboð.
Ikki ríkmannaítróttur
Janus Norðberg vísir á, at golf ikki longur er elitu- og ríkmannaítróttir, sum tað var áður. Í dag er golf eisini tann ítróttargreinin í heiminum, sum hevur størstu framgongdina. Og at keypa sær eina kø kostar minni enn at keypa sær einar fótbóltsgaggur. Tær mást tú skifta út javnan, meðan golfkøina hevur tú fyri lívið.
Hyggja vit at grannalondunum, so er golf tjóðarítróttin í Skotlandi. Har spælir hvør Hanus og Janus golf. Kanska heldur ikki so løgið, tí tað er úr Skotlandi, at hetta spæl stavar. Tað var einastaðni í 1470 talinum, at golf varð uppfunnið í Skotlandi. Í dag eru meira enn 500 golfbreytir í Skotlandi, og inntøkan landið hevur frá hesum breytum eru 80 milliardir krónur. Sagt verður, at ein ferðamaður, sum spælir golf, leggur 3 til 4 ferðir so nógv eftir seg sum ein "vanligur" ferðamaður. Tað er í hesum umhvørvinum, at Janus fær sína útbúgving. Ísland er eisini sera populert golfland. Ísland hevur 60 golfbreytir og hevur harvið flestu golfbreytir pr. íbúgva í heiminum. Fólk leita sær úr øllumm heiminum til Íslands at spæla golf, tí part av árinum er ljóst 24 tímar um samdøgrið, og tað dámar summum, sum spæla 24 tímar út í eitt.
Atfinningar
Eftir at tað kom fram, at Janus Norðberg hevði søkt um stuðul til útbúgving sína frá pengunum, sum verða latnir til førleikamenning, hildu einstakir tingmenn fyri, at tað var skeivt at lata oljuførleikapengar til slíkt endamál, og teir hildu tað vera rætt at endurskoða reglurnar fyri at lata oljupengar til førleikamenning.
Hvat sigur hann so til kritikkin. Janus Norðberg vísir á, at tær 200.000 kr. hann hevur fingið í stuðuli eru bert 0,3 promillu av tí samlaða stuðulinum frá oljufeløgunum, sum upprunaliga var 80 mill. kr. Sjálv útbúgvingin kostar tó nógv meira, umleið 600.000 kr. og má hann útvega sær restina aðrar vegir eitt nú við at hava arbeiði eftir skúlatíð. Hann byrjaði útbúgvingina í fjør, og Janus fær sítt fyrsta prógv í summar. Útbúgvingin verður so ikki liðug fyri enn í 2006. Talan er um fulltíðarlestar í Bornoch, nær Inverness i Skotlandi. Har eru tvær golfbreytir, sum teljast millum heimsins 15 bestu.
Bitin av golf
Men hví valdi Janus so henda vinnuveg og útbúgving?
-Tað er sum við øllum øðrum, tú verður bitin av tí. Men mær dámar so eisini væl at seta nakað í gongd. Eg legði til brots og tíbetur metti Oljufyrisitingin eisini, at hetta var í tráð við reglarnar at lata pengar til førleikamenning.
Annars var í 2001 gjørt eitt álit um langtíðarpolitikk á ferðavinnuøkinum í Føroyum, har golf verður nevnt sum ein framtíðar gongd leið. Ferðafólk krevja eitt sindur meira enn fríska luft og ein busstúr norðureftir. Tey vilja eisini sleppa at vera virkin, og her er golf so ein góður møguleiki. Tú er virkin, tú stressar av og tú stuttleikar tær óført. -Vónandi síggja vit fleiri enn tann eina golfvøllin í Føroyum. So hetta er spennandi bæði sum ítróttargrein og sum vinnuvegur.
Oljufólkini
Umframt at golf kann vera til stórt gagn fyri føroyingar og ferðafólk, sum koma henda vegin, so er Janus Norðberg er rættiliga vísir í, at verður olja funnin, og vit fara at fáa nógv oljufólk henda vegin, so fara tey øll somul at hava sína golftasku við. Fólki nýtast ikki eitt heilt lið at spæla við. Tú kanst spæla einsamallur. So golf er ein ítróttargrein sum passar væl fólki, sum koma at arbeiða í oljuvinnuni. Tað eru so royndirnar alla aðrastaðni.
Longu tá fyrsta útbjóðing var, vóru tað fleiri oljufólk, sum høvdu útgerðina við og spældu í haganum, har golfspælararnir húsast í dag, á Vatnaskørðum. Janus heldur tó ikki, at hetta økið egnar seg og tí verður roynt at finna øki til nýggjan vøll. Tað er so eisini við í langtíðarætla unum hjá Tórshavnar Býráð at leggja plass av til eina golfbreyt. Tosað verður um Hoyvíkshagan sum ein møguleika.
Janus Norðberg sigur at enda, at vit hoyra oftani politikarar siga, a vit mugu hava fleiri bein at standa á vinnuliga og ikki bara fiskivinnu og aling. -Um tað verða brúktar 200.000 kr. at stuðla einum møguligum alternativum vinnuvegi uppá longri sikt, so kann hetta geva ? nakað positivt aftur til landið. So tað er ikki rætt, tá menn uttan at seta seg inn í tað, kolldøma tað uppá forhond.










