Hóast árið í ár ikki endaði við heiðursmerkjum hjá HB, so helt Hans á Lag, at seinasti dysturin gav liðnum ein nakað betri smakk í munnin.
- Tað er altíð deiligt at vinna á grannunum, og tað var hetta, sum vit vildu, tá vit fóru á vøllin. Vit vildu hava tað gott, stríðast og spæla væl. Og tað var OK. Vit vunnu so.
Men dysturin í dag var ikki heilt so intensir, sum grannauppgerðir ofta hava verið. Er munur á hesum og at spæla um gullið.
- Sammetur tú við støðuna í fyrraárið, so er tað ikki tað sama. Men eg haldi, at liðini vildu vinna, og tíbetur gekk tað so fyri seg, uttan at spælið gjørdist ljótt.
Sjálvur er Hans í eldra endanum av spælarunum á HB-liðnum, men enn vil hann als ikki tosa um, hvussu verður við fótbóltinum hjá sær til komandi ár.
- Eg sigi einki her og nú. Í morgin fari eg at ferðast, og so kann eg hugsa um, hvørt eg spæli aftur næsta ár. Eg havi jú sagt farvæl fyrr, so tað fari eg ikki at gera nú, flennir hann, áðrenn hann at enda sendir eina heilsan til Runavíkar.
- Eg vil bara ynskja NSÍ hjartaliga tillukku við gullinum. Teir hava havt tað besta liðið í ár,. Og tí er gullið uppiborið.










