Vil forða fakfeløgum við lóg at leggja Strandferðsluna

Johan Dahl, landsstýrismaður, er til reiðar at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um at skipini hjá Strandferðsluni skulu siga, um so er, at samráðingarnar, sum nú eru ímillum fakfeløgini og Fíggjarmálum, enda við verkfalli.

Tað gjørdi hann greitt í Løgtinginum fyri lítlari løtu síðani.

Gerhard Lognberg hevur reist spurningin um, hvussu forðast kann fyri, at skipini hjá Strandferðsluni verða løgd, um so er, at verkfall verður.

Johan Dahl sigur, at tað er als ikki nøktandi, at skipini hjá Strandferðsluni verða løgd í einum verkfalli.

Men hann hevði vónað, at hetta er ein spurningur, sum kundi verið loystur í sátt og semju.

Men hann gjørdi samstundis greitt, at skuldi tað ringasta hent, og tað endar við verkfalli, er hann til reiðar at leggja uppskot fyri Løgtingið um at tryggja við lóg, at skipini hjá Strandferðsluni skulu sigla, hóast tað verður verkfall.

Tað er ein boðskapur, hann vónar, røkkur út til fakfeløgini í dag.

Spurningurin er um hann fær undirtøku fyri hesum.

Johan Dahl ivast í, hvussu góðan vilja, fakfeløgini hava at finna eina loysn.

Men hann er sinnaður at gera eina roynd afturat beinanvegin, áðrenn tað kemur hartil, at verkfall verður.

Men eydnast tað ikki heldur hann, at støðan er ein onnur.

- Eg vænti ikki, at samgongan fer at góðtaka, at skipini hjá Strandferðsluni verða løgd einaferð afturat segði Johan Dahl.