Vil flyta fimm milliónir aftur til suðuroyingar

Løgtingið skal í dag viðgera uppskot um at játta fimm milliónir til Strandferðsluna sum endurgjald fyri avgjaldshækking, sum samgongan hevur lagt á farmaflutning á suðuroyarleiðini

 

Tað er Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur lagt uppskot fyri tingið um eykajáttanarløgtingslóg, har hann mælir til, at játtaðar verða fimm milliónir krónur til Strandferðsluna.

– Hetta fyri at fyribyrgja, at gjaldið fyri farmaflutning við Smyrli hækkar, sigur løgtingsmaður.

Hann sigur, at samgongan samtykti fyri jól at leggja eina stóra byrðu oman á vinnulív og borgarar í Suðuroynni og øllum, ið hava tørv á farmaflutningi til og úr oynni. 

– Tað er undir alt lágmark og kann als ikki góðtakast. Samstundis sum tunnilsgjøldini lækka og/ella verða avtikin, verða gjøldini til Suðuroynna hækkað við fimm milliónum krónum, vísir tingmaðurin á í viðmerkingum til uppskotið.

– Ferðaseðlakostnaðurin er frammanundan nógv tann dýrasti í landinum. Príshækkingin á farmaflutninginum til Suðuroynna kemur sum steinur oman á byrðu og fer at raka oynna óneyðuga hart. Suðuroyggin er skjótt einasta av stóru økjunum í landinum, ið ikki er bundið saman við meginøkið. Tí er óskiljandi, at meirilutin í Løgtinginum hevur valt at leggja enn fleiri fótonglar fyri vinnulív og fólk í Suðuroynni og harvið forða fyri umráðandi menningini av hesum útjaðaranum, sigur Bjarni Hammer.

Hann heldur, at samanumtikið vil kappingarførið og sosiali ójavnin versna hjá øllum, sum virka og liva í Suðuroynni.

– Rættast hevði verið at gjørt tað so liviligt sum gjørligt, inntil koyrandi verður gjøgnum Suðuroyartunnilin, heldur tingmaðurin.

Tað var á tíðindafundi 10. desember í fjør, at Jørgen Niclasen boðaði frá fleiri avgjaldshækkingum, sum samgongan ætlaði at fremja fyri at gjøgnumføra »samferðslupakkan«, sum millum annað gongur út uppá, at tað verður ókeypis at koyra í Vága- og Norðoyatunlunum, og at ein skipan við endurgjaldi verður gjørd til pendlarar í Eysturoyartunlinum og pengar játtaðir til undirskotið hjá Eysturoyartunlinum. 

At hækka farmagjaldið til Suðuroyar fimm milliónir er ein liður í samferðslupakkanum.

Sambært landsstýrismanninum á tíðindafundinum 10. desember stóð øll samgongan saman um samferðslupakkan og avgjaldshækkingarnar saman við Kristini Michelsen úr Sjálvstýri, sum eisini var við á tíðindafundinum saman við landsstýrismanninum í Tinganesi.

Seinni kom tó fram, at semja var als ikki um innihaldið í samferðslupakkanum, og fleiri tingfólk í samgonguni, fólk í Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, hava sagt, at tey eru ímóti fleiri av avgjaldshækkingunum. 

Øll málini í samferðslupakkanum hjá landsstýrinum eru ikki samtykt enn.

Fyrsta viðgerð av uppskotinum verður á tingfundinum í dag klokkan 13.

Hitt málið á skránni til tingfundin í dag er uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2020.