- Tað hevði verið upplagt at hildið fram sum fiskimálaráðharri, men man veit ongantíð, sigur Bjørn Kalsø Fiskimálaráðharrin fekk dygga undirtøku, serliga í sínum egna øki, sum eru Norðoyggjar
Sjálvandi eri eg ótrúliga væl nøgdur við valið, sigur tann altíð siðiligi Bjørn Kalsø. Eg hevði vónað at fingið eitt gott væl, men hevði ikki droymt um, at tað fór at ganga so væl, leggur fiskimálaráðharrin aftrat.
Og væl gekst. Hann fekk 557 atkvøður og gjørdist nummar trý á listanum hjá Sambandsflokkinum.
- Eg taki hetta sum eina álitisváttan fyri tað arbeiði, sum eg havi gjørt í landsstýrinum, og sum eitt ynski um tað, sum eg frameftir kann fáa avrikað, sigur Bjørn Kalsø.
Hann heldur, at tíðin hevur verið ótrúliga spennandi. Hann víri á, at hann gjørdist akkurát ov stuttur til seinasta val at koma á ting, men so beyðst høvið at gerast fiskivinnumálaráðharri, og tað starvið hevur hann verið ógvuliga glaður fyri.
Upp á spurningin um, hvørt tað hevur havt týdning, at Føroyar nú eru eitt valdømi, sigur Bjørn Kalsø, at hann ikki hevur hugsað so ógvuliga nógv um tað.
Tað hevur verið eitt sindur strævnari enn annars, men sum eg havi skilt, so hevði eg komið inn kortini, um so Føroyar framvegis vóru sjey valdømir, sigur Bjørn Kalsø sum víðari vísir á, at tað við nýggju valskipanini hevur ført til, at fimm heldur enn teir vanligu fýra norðoyingarnir nú eru komnir á ting.
Viðvíkjandi einum landsstýrissessi sigur Bjørn, at hann fegin vil halda fram sum fiskimálaráðharri, men at tað altíð er trupult at siga. Og sum hann eisini sigur: Eg havi áhuga í so nógvum øðrum.










