Vil fanga løtuna

Í miðbýnum, í gomlu hølunum hjá Skyn í Tórsgøtu, stendur Myndaboksin. Har ber til hjá fólki at støkka inn á gólvið í jólamánaðinum og taka nakrar skjótar jólamyndir ella portrettmyndir til jólagávuna. Handan Myndaboksina stendur Janus Gunnarson, minni kenda helvtin av fototoyminum Miriam & Janus.

 

Byrjanin til yrkisleiðina innan myndatøku var heldur tilvildarlig. Janus Gunnarson sigur, at honum hevur altíð dámað væl at taka myndir, og hevur hann gjørt nakað við tað, tá hann sum yngri ferðaðist sum trúboðari í Eysturasia. Meðan hann og konan, Gvøðny Miriam, eitt bil vóru í Onglandi, fóru tey á konsert hjá Rebeccu St. James. Tey vistu, at hon skuldi spæla í Føroyum og bóðu tí um loyvi at gera eina myndareportasju. Hendan kom á prent í gomlu Dimmalætting saman við einum ummæli av konsertini og soleiðis byrjaði ævintýrið hjá teimum báðum.

 

Higartil er tað kanska mest Gvøðny Mirjam, sum hevur frammi við sínum listakendu myndum frá samtakinum Miriam & Janus, meðan Janus hevur stuðlað henni. Hann sigur, at tað er eitt samstarv, sum riggar stak væl, tí at tey eru sterk á ymiskum økjum.

- Dygdin hjá Miriam & Janus liggur í listarliga eyganum hjá Gvøðny. Eg havi okkurt hugskot, men hon skapar sjálva listina. Eg dugi kanska betri tey teknisku tingini. Og so akti eg nokk so væl, so samstarvið koyrir uttan trupulleikar, sigur Janus við einum skálkabrosi.

 

Hann sigur, at kappingin millum nógvu myndafólkini í Føroyum er hørð og seinastu árini eru fleiri sjálvlærd løgd afturat. Ein ávísur illvilji hevur kanska onkuntíð lyndi til at stinga seg upp millum myndafólkini við útbúgving á økinum og tey sjálvlærdu. Janus, sum sjálvur er sjálvlærdur, heldur ikki, at útbúgving eigur at vera avgerandi innan yrkið, men dygdin.

-- Um tú ikki kanst kappat í dygd, so skalt tú gevast. Tað er dygdin av tínum verki, sum er avgerandi, ikki tín formliga útbúgving, sigur hann.

 

Nú hevur Janus Gunnarson eina nýggja verkætlan í gongd. Myndaboksin hevur ferðast um landið seinastu mánaðirnar og stendur í løtuni í miðbýnum.

- Myndaboksin er ein sera einføld verkætlan og krevur ikki líka nógv av okkum sum myndafólk sum tær verkætlanir, vit gera við Miriam & Janus. Her í Myndaboksini kann eg lættliga biða onnur fólk røkja uppgávuna, meðan eg fáist við okkurt annað sjálvurs, sigur Janus Gunnarson og greiðir frá, at tey nú royna at skilja tað at taka portrettmyndir av fólkum frá tí meiri listakenda, sum Mirjan&Janus skulu taka sær av.

 

Hann sigur, at hetta er eitt hugskot, hann hevur gingið við í eini trý, fýra ár. Hugsanin er at endurskapa nakað av kensluni frá gomlu myndaboksunum, ein plagdi at síggja ymsa staðni fyrr, har tað var gjørligt hjá fólkum at skapa okkurt meiri spontant.

- Í einum studio ella til eina portrettmyndatøku verður alt meiri stívt og formelt. Við Myndaboksini er lættari at lata bæði skapanarlyndi og tilvildina ráða eitt sindur. Tí fáa vit í Myndaboksini eitt heilt annað slag av myndum enn til aðrar myndatøkur, ofta við nógv meiri lívi og gleði, sigur Janus Gunnarson.

 

- Fólk koma inn á gólv og síggja myndirnar, sum onnur hava tikið og koma longu tá í rætta dámin. Eingin bíðitíð er, tað er bara at støkka inn á gólvið, so taka vit myndirnar og áðrenn 10 minuttir eru farnir hevur tú 10 ella 20 liðug jólakort við myndum í hondini. Hetta ger tað lættari at fanga eina ávísa løtu, eitt ávíst lag ella stemning, sigur Janus Gunnarson.

 

Nú gongur Janus við ætlanum um at taka myndaboksina við sær uttanlands.

- Teknikkur er sera einfaldur, so mær tørvar bara ein stóran bil at koyra útgerðina í og so fara. Vónandi fái eg loyvi at seta Myndaboksina upp á festivalum í Danmark, sigur Janus Gunnarson at enda.