Kommunusamanlegging
Hereftir skulu kommunur, sum ætla at leggja saman, fylgja nøkrum greiðum reglum
Landsstýrismaðurin í innlendismálum fer skjótt at leggja uppskot fyri Løgtingið um sjálvbodna kommunusamanlegging.
Eftir hesum skulu Føroyar býtast sundur í sjey øki.
Tað merkir, at tær kommunur, sum ætla at leggja saman, ella skulu samstarva, skulu gera tað innanfyri eitt ávíst øki.
Tá ið tosað verður um samstarv, verður í hesum sambandi hugsað um lógarásett samstarv, sum skal vera ímillum kommunurnar.
Hvat kommunurnar annars finna út av øðrum samstarvi, er annað mál.
Men tað merkir samstundis, at ætlanin er ikki at tvinga kommunur at leggja saman, men tá ið kommunur sjálvbodnar leggja saman, kunnu tær bara leggja saman við kommunur í sínum ávísa øki.
Í hesum sambandi verður Suðuroy eitt øki, Sandoy eitt øki, Vágoy eitt øki, Sundalagið eitt øki, Norðoyggjar eitt økið fyri at nevna nøkur dømi.
Men eftir lógini, sum sum nú verður løgd fyri Løgtingið, fer Jacob Vestergaard eisini at fáa heimild til at skipa fyri fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging í teimum ymsu økjunum.
Tað merkir, at landsstýrismaðurin kann skipa fyri fólkaatkvøðu fyri at spyrja fólkið í teimum ymsu kommununum í einum øki, um tey vilja hava, at kommunurnar leggja saman.
- Men í hvønn mun, Jacob Vestergaard fer at brúka eina slíka heimild, veit hann ikki.