Vil eisini enda væl við B36

Súni Olsen vil eisini enda tíðina í B36 væl við einum plássi í evropeiskum fótbólti komandi ár

Effodeildin: Súni Olsen, sum endaði ein kapitul í sínari fótbóltssøgu við at spæla sín seinasta landsdyst fyri Føroyar týskvøldið, er í holt við at enda enn ein kapitul, nevnliga tíðina í B36.

 

Súni Olsen ásannar. at tað eru tvær torførar uppgávur fyri framman á útivølli. Fyrst sunnudagin ímóti EB/Streymi á útivølli, og so seks dagar seinni ímóti ÌF á útivølli. Nógv skal fella rætta vegin, um tað skal eydnast B36 at vinna seg uppá triðja plássið, og harvið rættin at spæla evropeiskan fótbólt komandi ár. Súni Olsen fer tó undir sínar seinastu uppgávur við góðum treysti, tí hann vil eisini gjarna enda tíðarskeiðið í B36 væl. 

 

Undir myndini ber til at hoyra prátið við Súna Olsen, sum var á Rás2 seinnapartin.