Vil einki siga um fráfaringarsamsýning

? Vit fara ikki inn at diskutera einstøk viðurskifti, er tað einasta, Gunnar í Liða vil siga, tá vit biða hann útgreina ósemjuna í leiðsluni í Tryggingarfelagnum Føroyar, sum var orsøkin til, at Edvard Heen legði frá sær fyrr í dag.

At nevndin í TF Holding hevur verið gávumild við sínar stjórar gekk sjón fyri søgn, tá Gunnar í Liða á nýggjárinum kundi fara frá sum stjóri við 3,4 milliónum krónum í lummanum í fráfaringarsamsýning.

Í dag legði hin stjórin í felagnum, Edvard Heen frá sær, tí hann ikki er samdur við leiðsluna í felagnum um, hvussu felagið skal rekast.

Men um hann hevur eins góða fráfaringarløn, sum fyrri stjórin hevði, tað vil núverandi nevndarformaðurin, Gunnar í Liða, einki siga um.