Vil einki hava við hassj at gera

Gunnvá Tróndardóttir Joensen fekk eina ávaring fyri sjoko-kannabis-bønirnar, sum hon bílegði á netinum.

Talan man vera um mest umtalaða smuglaramál í Føroyum, í øllum førum síðani Kris Kristoffersen spældi á konsertunum til frama fyri nýtt barnaheim.

 

Gunnvá Tróndardóttir Joensen møtti í dag fyri aðru ferð í Føroya rætti, ákærd fyri at hava smuglað 25 sjokolátubønir við kannabis til Føroya.

 

Les eisini Vil ikki játta meg seka í smugling

 

Í stuttum greiddi Gunnvá Tróndardóttir Joensen í dag frá tí sama, sum hon greiddi frá seinast.

 

Hvussu hon, í sínum roynd at finna linna frá síni sklerosu, leitaði sær hjálp á netinum. Heilivágurin, hon hevði fingið frá læknum sínum, gav ógvuslig hjáárin, og tí vildi hon royna okkurt annað.

 

Á Facebookbólkum fyri sklerosusjúk frætti hon um hesar sjokolátubønirnar við kannabis.

- Onnur skrivaðu, at tær høvdu hjálpt teimum væl. Tey nevndu eisini mína sjúku, og hvussu stóran linna, tey høvdu fingið av bønunum, greiddi Gunnvá Tróndardóttir Joensen frá.

 

Hon avgjørdi tí at royna tær. Onkur í Facebookbólkinum sendi henni eina leinkju til eina heimasíðu, sum seldi slíkar og klaksvíksdaman bílegði sær ein pakka av bønum, 25 stykk.

 

Les eisini Troytt av at skula forklára

 

Tíðin gekk, men ongar bønir komu. Hon setti seg í samband við veitaran, men fekk at vita, at pakkin var sendur haðani. Stutt seinni fekk hon boð frá løgregluni, um at tollvaldið hevði steðgað sendingini og at hon varð ákærd fyri at royna at smugla hassj til Føroya.

 

Orsøkin til, at málið mátti aftur í rættin í dag, var at Gunnvá Tróndardóttir Joensen fyrr ferð ikki vildi kennast við ákæruna um at royna at smugla hassj. Aftur í dag greiddi hon frá, at hetta ongantíð var í hennara tonkum.

- Eg visti ikki líka nógv um kannabis tá, sum eg geri í dag. Eg helt, at tá man tosaði um kannabis, var tað rúsfrítt, meðan hassj gav rúsin. Nú skilji eg, at tað er mongdin av THC, sum er avgerandi, greiddi hon frá.

 

Les eisini Noydd á svarta marknaðin

 

Gunnvá Tróndardóttir Joensen helt fast við frágreiðingina um, at tað var ikki fyri rúsin, at hon ætlaði sær bønirnar, men einans fyri linna móti pínuni, sum onnur søgdu, at tær kundu veita.

 

Í bønunum, sum hon fekk, vóru millum 0,1 og 0,9 gramm av THC, og tí eru bønirnar ólógligar at innflyta til Føroya.

 

Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, endurtók fyri henni, at hon kundi sleppa undan við eini áváring, um hon játtaði seg seka í málinum.

- Vit hava áður givið fólkum eina ávaring í slíkum málum, tá talan eyðsæð hevur verið ein roynd at hjálpa álvarsliga sjúkum familjulimum, hóast minsta revsing í slíkum málum vanliga er ein bót, segði hon.

 

Verjin hjá Gunnvá Tróndardóttir Joensen, Jógvan Páll Lassen, fekk høvi at tosa við hana í einarúmi og tá samdust tey um, at hon skuldi játta seg seka.

- Eg havi bílagt bønirnar, og tað er satt, at eg burdi havt kannað málið betri, um tær vóru lógligar, áðrenn eg gjørdi tað, segði hon.

 

Hon fekk tí eina formliga ávaring frá ákæruvaldinum og dómaranum og málið endaði við tí.

 

Jógvan Páll Lassen sigur, at hetta var linasta revsingin, sum hon kundi fáa í hesum málinum og sjálv sigur Gunnvá Tróndardóttir Joensen, at hon framvegis heldur fast við, at hetta ikki var ein roynd at smugla hassj til Føroya.

- Eg vil ikki setast í samband við hassj, men eg kann viðganga, at eg ikki kendi nóg væl til bønirnar, sum eg bílegði, segði hon eftir rættarfundin.