Umstøðurnar hjá teimum, ið búgva á barnaheiminum verður næstu árini munandi betri. Tað er hvørt fall ætlanin hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum. Á fíggjarlógini fyri 2017, ið varð løgd fram í gjár, er nevniliga meira peningur játtaður til Føroya Barnaheim.
- Føroya Barnaheim er undir stórum trýsti, tí fleiri børn verða sett á stovn, og starvsfólkahópurin er ov lítil til at veita børnunum neyðuga umsorgan og viðgerð. Barnaheimið er normerað til 20 børn, men í løtuni búgva 25 børn á Barnaheiminum, skrivar Almannaráðið í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum.
Í fyrstu atløgu er ætlanin at játta 2,4 milliónir krónur til Føroya Barnaheim, men upplýsir Almannaráðið, at eftir ætlan ynskir samgongan at seta pengar av til eitt nýtt barnaheim.
- Verandi virksemið er spjatt út á fleiri hølir í høvuðsstaðnum. Nøkur børn búgva á Føroya Barnaheimi og onnur børn búgva í leigaðum húsum. Í ávísum førum er eisini neyðugt at leiga høli til einstaklingafyriskipanir kring landið, skrivar Almannaráðið og heldur fram.
- Almannaverkið, sum hevur virksemið um hendi, hevur í longri tíð víst á, at hølisviðurskiftini als ikki eru nøktandi fyri børnini, tí karmarnir geva ikki rúmd fyri at skipa eina nøktandi námsfrøðiliga viðgerð. Tí hevur landsstýriskvinnan tikið avgerð um, at nýtt Barnaheim skal byggjast og eru pengar settir av í 2018 og 2019 til endamálið.
Í tíðindaskrivinum upplýsir landsstýriskvinnan, at hetta er hennara skylda.
- Sum landsstýriskvinna í almannamálum er tað mín skylda at syrgja fyri, at øll børn í Føroyum fáa ein virðiligan barndóm. Men mítt hjarta brennir serliga fyri teimum børnum, sum eru komin soleiðis fyri, at tey mugu búgva á Barnaheiminum. Tí havi eg valt at fara undir eina tilgongd, sum skal tryggja umsorganarsviknum børnum betri bú- og viðgerðartilboð, sum eru neyðug fyri, at børnini fáa ein góðan barndóm og gevur børnunum møguleika fyri at fáa eina vaksnamannatilveru á jøvnum føti við aðrar føroyingar, sigur Eyðgunn Samuelsen.









