Vikuskiftismøtir við Jens Garnfeldt

TíÐindaskriv frá Samkomuni Rhema

Felagsmøtir fara at verða í vikuskiftinum við kenda danska prædikumanninum Jens Garnfeldt, ið til dagligt starvast sum samkomuleiðari fyri samkomu í Keypmannahavn, nevnd Københavns Bibeltrænings Center. Eisini hevur henda samkoma ein bíbilskúla - har fleiri føroyingar hava gingið.
Jens Garnfeldt hevur fleiri ferðir áður verið í Føroyum og havt sera góð møtir. Hansara prædiku-stílur er lættur og beinrakin, við einum sera góðum humor - ikki so at skilja, at hetta tekur nakað burtur av boðskapinum - heldur tvørtur ímóti. Eisini virka náðigávur Heilaga Andans í hansara tænastu - og eru tørvir tilstaðar, ja, so biður hann fyri fólki eisini til grøðing.
Hann er ein nógv umbiðin talari runt um í Skandinaviu og aðrar staðir við. Aftan á møtini her í Føroyum, so fer hann til Íslands í somu ørindum. Nevnast kann eisini, at hann er nógv í Afrika og prædikar Guds Orð.
Skráin hjá honum á hesum Føroya-túrinum sær soleiðis út: Fríggjakvøldið og leygarkvøldið møtir í Rhema - bæði kvøldini kl 20. Sunnumorgunin verður so møti í Filadelfia í Havn kl 11 og í Evangeliihúsinum kl 18. Og sjálvandi eru øll hjartaliga vælkomin.