Vikuskiftið var framúr hjá Jákupi (FM1)

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá B36 kann fegnast um 2. deildarliðið sum flytur upp og ein 3-1 sigur ímóti 07 Vestur

Vikuskiftið lagaði seg ótrúliga væl hjá høvuðsvenjaranum hjá B36, Jákupi á Borg.

 

Ígjár tryggjaði 2. deildarliðið hjá B36 sær uppflyting upp í næstbestu deildini. Sama dag vann Manchester United 2-1 á Watford, og í dag vann B36 3-1 á 07 Vestur í betrideildini.

 

Hóast steypið er heima og liðið hevði eitt megnaravrik í Europa League, ítróttarliga og fíggjarliga, so er Jákup á Borg ikki mettur. Hann vil hava minst bronsumerki, og gjarna silvurmerki tá kappingarárið er liðugt.

 

Hann er nøgdur við hvussu væl hansara unga lið stóð seg í dag, og ikki minst var tað gott at síggja Gilla Samuelsen skora tvey mál. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við Jákup á Borg. 

 

Samrøðan FM1 hevði við liðskiparan hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen hoyrist HER