– Lesarin fær ikki bert innlit í valstríðið og politikkin hjá Barack Obama, men hómar eisini rættiliga tíðliga, at Obama roynir at halda seg omanfyri skitnan politikk. Ta einu ferðina er hann í eini tvístøðu, har hann skal velja, um hann vil brúka ein tøkniligan smálut, sum hann veit kann koppa opponentin úr valstríðnum. Her lærur Obama, meðan hann roynir at vera reiðiligur, at hann fer at gera tað, sum skal til fyri at vinna, skrivar David Im, sum ummælir hesa vikuna, millum annað.
Á mentanarsíðunum í Vikuskifti í Sosialinum hesa vikuna er ummæli av nýggju bókini hjá Barack Obama »A Promised Land«. Bókin, sum er 768 síður long, kom út í fjør.
Les longri ummæli av bókini í Vikuskifti, har eisini ber til at síggja, hvussu nógvar stjørnur bókin fær.
Vit í blaðnum ummæla vit millum annað eisini allar útgávurnar hjá Frændum.
Keyp blaðið her ella í sølubúðum kring landið.











