Vakthavandi á politistøðini sigur seg ikki hava nakað yvir tað vanliga, tá hann skal greiða frá vikuskiftinum, men tó er listin langur. Her er nakað av tí, ið løgeglan hevur at arbeiða við eftir vikuskiftið:
Frífggjakvøldið hendi herverk í Havn og smærri ferðsluóhapp vóru í J. C. Svabosgøtu í Havn, í Runavík, í Vágum og millum Vestmann og Kvívík koyrdi ein 111 km. um tíman og missir koyrikortið við treytaðum dómi.
Við Áir fór ein motorsúkkla útav og maðurin fekk álvarsligan skaða. Hann endaði á Landssjúkrahúsinum og er nú sendur niður til Danmarkar til kanningar í beinum og ryggi, men hann er ikki í lívsvanda. Blóðroynd er tikin av manninum.
Annars eru smálutir á listanum hjá løgregluni, so sum fullir menn, ið gera eitt sindur um seg, prutl til ampa í Sumba og í Guttormsgøtu í Havn kom eldur í eina grytu, men stórvegis meira hendi ikki.
Leygardagin
Á morgni varð boðað frá minni ferðasluóhapi í Klaksvík og í Havn var sagt frá eitt sindur av fullamannalótum í býnum og ein maður sparkaði ein hýruvogn og varð tikin á støðina.
Ein maður, ið ikki var rúsaður, varð tveittur út av dansistað, tí hann varð mettur at vera ómøguligur. Løgreglan tók mannin og okkurt hevur eftir øllum at døma verið um metingarnar hjá durðavørunum, tí hann er nú ákærdur fyri ólag í almennum reglulag, sum tað eitur.
Leygardagin varð boðað frá gróti á Tjørnuvíkarvegnum og varð hetta burturbeint.
Um dagin komu fólk á politistøðina í Havn við tablettum, sum tey høvdu fingið frá einum útlendingi náttina fyri á einum dansistað í Havn. Løgreglan kannar málið og ávarar ímóti at taka ímóti slíkum, tí ein veit ikki hvat slag slíkt kann vera.
Klokkan 4 sunnunáttina varð ein bilførari tikin við kenning í Vági.
Klokkan 9 sunnumorgun tók løgreglan ein á støðina, ið lá og svav við Vesturkirkjuna í Havn.
Kolkkan 15 sunnudagin tók løgreglan ein bilførara við kenning í Vestmanna.